Fyrsta kommunan í Sandoynni er nú á vanganum

- Vit eru spent uppá skipanina, sum fer at lætta um fyrisitingarliga partin og gera tað lættari at røkka borgarunum, siga tey í Skopunar kommunu

Skopunar bygdarráð. Við borðendan situr Marjun S. Debes, borgarstjóri

- Hetta er ein tilgongd, sum vit fóru undir í 2025, har alt tað formliga kom uppá pláss. Men samtykt bleiv, at Skopunar kommuna skuldi koma á vangan fyrst í 2026.

 

Soleiðis siga tey í Skopunar kommunu, har tey bæði fegnast og eru errin av at vera á vanganum. Tey vóna og vænta, at hetta verður til gagns fyri borgararnar. 

 

- Hetta er nýtt fyri okkum, og vit eru spent uppá skipanina, sum fer at lætta um fyrisitingarliga partin og gera tað lættari at røkka borgarunum.

 

Í Skopun vísa tey á, at tey eitt nú kunnu brúka eina skipan, sum kallast hóp-boð.

 

- Hetta er ein skipan, sum skal gera, at kommunan í sms-boðum kann geva skjót boð út til borgaran.

 

Tey halda, at hetta kann vera sera hent, um eitt nú ein vatnleki brádliga stingur seg upp.

 

- Tá kann tað vera torført at náa út til øll, men hetta verður nú lættari og skjótari, tí sms-boðini verða send beinleiðis til borgaran.

 

Í Skopun ásanna tey, at skipanin er nýggj fyri tey, og tískil er væntandi, at vangin hjá kommununi verður dagførdur so við og við.

 

 

 

 

 

Skopunar bygdarráð. Við borðendan situr Marjun S. Debes, borgarstjóri