Leygardagin varð fyri fyrstu ferð kappast í motor-cross kapping í Føroyum, tá tíggju motor-hugaðir føroyingar dystaðust uppi við Kleynisvarða.
Kappast varð í trimum bólkum. Vanlig motor-cross, har Leon Erik Heinesen varð besti koyrarin. 4-hjóls motor-cross, har Agnar Dahl vann. Og so varð eisini kappast fyri børn, og vann Óli Dahl ta kappingina.
Agnar Dahl, sum er ein av fyriskiparunum av kappingini, sigur, at eftir teirra meing var talan um eina góða kapping. Ikki minst fegnast hann um, at tað við hesum ber til at koyra undir skipaðum viðurskiftum.
- Tað verður jú koyrt við motor-cross úti á almennu vegunum, og tað er ikki meira enn næstbest. Men áðrenn tað verður sagt, hvar tað ikki skal koyrast, so burdu vit kanska fingið eitt øki, har vit skulu koyra, heldur Agnar Dahl, sum avgjørt roknar við, at líknandi tiltøk eisini verða fyriskipað framyvir.