Í hesum sambandi varð skipað fyri lítlari hátíðarløtu á staðnum, har millum annað umboð úr Fíggjarnevndini og Almannaverkinum luttóku.
Almanna- og mentamálaráðið skrivar, at verkætlanin við Rygsá er liður í ætlanini um at byggja nútíðar sambýli og loysa stóra bústaðartrupulleikan hjá fólki, sum hava tørv á vardum bústaði.
Sambýlið við Rygsá verður bygt til vaksin við autismu og fær 24 íbúðir býttar í fýra eindir.
Landsstýrismaðurin segði nøkur orð, og legði dent á, at sambýlið er ein íløga í framtíðina, og at tað fer at geva vaksnum við autismu, sum hava stóran tørv á stuðli og umsorgan í gerandisdegnum, tryggar góðar karmar, og eitt varandi heim, sum er bygt til endamálið.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##