Væntast kunnu tvær spennandi finalur millum kvinnurnar hjá Fleyr og Mjølni um vikuskiftið, tí liðini eru sera jøvn og passa væl saman í spælistíli.
Vinnandi liðið torir betri
Fyrra finalan um føroyameistaraheitið er í dag. Steypavinnararnir úr Mjølni kunnu tískil vinna greipuna.
- Vit eru sera spentar og hava roynt at vant, sum spældi vit ímóti Fleyr. Nú hava vit kjansin at fara við greipuni, og tað ætla vit eisini. Hetta eru tvey rættiliga jøvn lið, so eg vænti tveir dystir við nógvum og góðum álopsspæli, har tað liðið vinnur, ið torir betri, sigur Eina Kalsø í Mjølni.
Fleyr broytir einki
Fleyr hevur møguleikan at vinna fyrsta meistaraheitið hjá kvinnunum síðan 1997.
- Vit kunnu ikki byrja upp á nakað nýtt nú, men fara at gera tað, sum hevur verið nóg mikið til at fáa okkum í finaluna. Eg trúgvi, at tað liðið, sum kemur betur frá byrjan, fer at vinna, sigur Rakul Dalsgaard í Fleyr.
Sveinur floytar
Sveinur Tróndarson er fyrsti dómari, og sum annan dómara hevur hann Randi Larsen aftur at sør í dag, og Óla G. Samuelsen í morgin.
Fyrra finalan byrjar klokkan 15.00 í dag. Seinna finalan verður í morgin, eisini klokkan 15.00. Vinna liðini hvør sína FM-finalu, verður ein triðja og avgerandi finala spæld leygardagin 2. apríl á heimavøllinum hjá liðnum, sum var fremst á stigatalvuni í landskappingini.