Bara eitt umfar er eftir, til fyrsti triðingurin í Eik-liguni hjá kvinnum er spældur, og tá fær oddaliðið ein eykavinning, sum er pláss í steypafinaluni. Í løtuni liggja fýra lið framvið, men hóast tapið í Klaksvík í gjár, sær út til, at SÍ liggur best fyri.
Sørvágskvinnur hava 10 stig, og so koma Mjølnir, Fleyr og ÍF við átta stigum í part. Úrslitini í næsta umfarinum kunnu tí gerast rættiliga áhugaverd, tí tey verða avgerandi fyri, um tað verður SÍ ella eitt av hinum trimum liðunum, ið megnar at tryggja sær annað steypafinaluplássið.
SÍ hevur higartil sæð út sum stórfavorittur, men í gjár mátti liðið leggja rygg til ársins fyrsta tap, tí í Klaksvík gjørdu kvinnurnar hjá Mjølnir bart og vunnu ein uppibornan 3-0 sigur. At hetta heldur ikki var dagurin hjá SÍ, sást kanska eisini av, at Mjølnir gjørdi upp í fleiri servufeilir í hvørjum setti, uttan at SÍ megnaði ella dugdi at revsa tað.
Hinvegin var tað serliga í álopspartinum, at Mjølnir gjørdi av við SÍ. Kantarnir báðir, Birgit Guttesen og Suffía Purkhus, vóru sera avgjørdar og vunnu mestsum allar bóltar, tær fóru eftir. Tær vóru tryggar og sterkar, og ferð eftir ferð megnaðu tær at sláa bóltin ígjøgnum blokadurnar hjá SÍ.
Mjølnir, sum hevur tapt tveir av teimum síðstu dystunum, vísti í løtum stóra styrki og hevur við hesum sigrinum meldað seg innaftur í oddastríðið, meðan SÍ hósdagin skal ígjøgnum eina grannauppgerð ímóti Drátti, áðrenn tað er greitt, um steypafinalusessurin fer til Sørvágs ella kanska skal enda hjá onkrum av hinum.