Fyrsta útlendska navnið á Summarfestivalinum verður avdúkað!

Erik Biskopstø og Steintór Rasmussen verða gestir á Rás2 í morgun millum kl. 9 og 10, har teir m.a. fara at avdúka fyrsta útlendska navnið á Summarfestivalinum Minni enn eitt hálvt ár er til Summarfestivalin í Klaksvík, sum verður í døgunum frá 7. august til 9. august. Spenningurin veksur ímillum tey tónleikaáhugaðu, um hvørji nøvnini verða á Summarfestivalinum í ár. Serligur spenningur er um tey útlendsku nøvnini. Erik Biskopstø og Steintór Rasmussen fara at avdúka fyrsta útlendska navnið í morgunsendingini hjá Rás2 í morgun. Erik og Steintór vitja Rás2 millum kl. 9 og 10. Umframt at avdúka fyrsta útlendska navnið, so fara teir eisini at taka saman um teir fyrstu fýra festivalarnir. Hvørjar hava verið størstu løturnar, og hvørjar royndir hava teir fingið hesi árini? Nomið verður eisini við tær broytingar, sum verða til komandi Summarfestivalin. Samrøðan við Erik Biskopstø og Steintór Rasmussen verður endursend millum kl. 22 og 23 um kvøldið.