Tað eru ikki teir mest royndu, altjóða dómararnir evropeiska fótbóltssamgongan sendir til Føroya at døma heimadystir hjá teimum føroysku felagsliðunum, ið kappast í Champions League og Europa League undankappingini, og mangir B36 og NSÍ fjepparar suffa tungan, og meta, at tað sást aftur á avrikunum hjá óroyndu norðurírsku og estlendsku dómarunum.
Tá norðurírski Tim Marshall dømdi NSÍ-Shakhtyor Soligorsk var talan um bert annan altjóða dystin í Europa League/Champions League høpi, men Tim Marshall er so royndari í so máta, mett í mun til Roomer Tarajev úr Estlandi, ið dømdi sín fyrsta Champions League/Europa League dyst í gjárakvøldi, tá hann dømdi dystin millum B36 og FC Valetta úr Malta.
Áður hevur Roomer Tarajev dømt ein UEFA Youth League dyst, og hann hevur dømt tveir U21 undankappingardystir, og fýra U17 undankappingardystir. B36-FC Valetta var sostatt tann fyrsti "vaksnamanna" dysturin hann dømdi í altjóða fótbólti, um sæð verður burturfrá nøkrum týdningarleysum venjingardystum millum landslið.
So fáa vit at síggja um UEFA sendir nakrar meiri royndar dómarar at døma Europa League dystirnar: HB-Levadia Tallinn og Víkingur-Ventspils í annaðkvøld. Dómararnir fáa so ikki verið minni royndir í Champions League/Europa League høpi enn Roomer Tarajev, sum dømdi í Gundadali ígjár.