Cristiano Ronaldo skoraði longu aftaná fáar minuttir, tá Juventus fyrr í dag spældi venjingardyst móti einum ungdómsliði. Dysturin mátti tó avblásast, tá ídnir áskoðarar runnu inn á vøllin, fyri at fáa mynd saman við nýggju stjørnuni.
Cristiano Ronaldo hevur ikki verið á vøllinum fyri Juventus fyrr enn í dag, men lítið er broytt. Hann skoraði eftir bara fáar minuttir. Juventus var á odda 5-0, tá áskoðarar tjúgu minuttir fyri tíð byrjaðu at renna inn á vøllin.
Málið var at heila upp á Cristiano Ronaldo, og vónandi fáa ein mynd. Hetta er ikki ókent og er millum annað hent á Tórsvølli, tá Føroyar spældu móti Portugal fyri skjótt tveimum árum síðani.
Seria A byrjar um eina viku. Tá spælir Juventus á útivølli móti Chievo Verona.