Fyrsti føroyingur við útbúgving í olju- og gassbúskapi

Líka síðani menn av álvara fóru at tosa um eina møguliga komandi føroyska oljuvinnu hava støðugt fleiri føroyingar valt sær hesa vinnu sum framtíðar lívsleið. Eisini ungir føroyingar hava longu valt ?oljuleiðina? ella øki við tilknýti til hesa vinnu, tá teir eru farnir burtur at útbúgva seg.

Jan Müller


Millum teirra, sum eftir lokna útbúgving í Hoydølum, og eitt ára lestur á Fróðskaparsetrinum hevði hug til at vita meira um hesa fyri okkum so nýggju vinnu, er Regin Hammer úr Havn.

Eftir studentaskúlan fór hann á Fróðskaparsetrið, har hann var í eitt ár. Tað gav honum beinleiðis atgongd til 2. ár á Robert Gordon universitetinum í Aberdeen, har hann bert 20 ára gamal byrjaði at lesa búskap. Útbúgvingin tók trý ár. Tað er rættiliga kostnaðarmikið hjá føroyingum at lesa í Skotlandi, og fekk Regin stuðul frá Shell í Føroyum til lesturin.

Áhugin hjá Regin fyri eini komandi føroyskari oljuvinnu sæð út frá einum búskaparligum ljósi og tann sannroynd, at Aberdeen er oljuhøvuðsstaðurin í Bretlandi, gjørdu tað rættiliga náttúrligt at fara víðari við lesnaðinum. Og tá tey trý stóru oljufeløgini í AMG-bólkinum, Statoil, Mobil og Enterprise settu lýsingar í føroysku bløðini, har tey buðu føroyingum legat, um áhugi var fyri at taka hægri lestur í Bretlandi við atliti til eina oljuvinmnu, søkti Regin. Úrslitið varð, at hann fór at lesa olju- og gassbúskap á lærda háskúlanum í Dundee.

Hetta var eitt sera áhugavert tíðarskeið, har Regin fekk serútbúgving í orkubúskapi og harundir í skatting av oljufeløgum. Í september í fjør fekk hann starv í Fíggjarmálastýrinum, sum eisini hevur endaligu ábyrgdina av skatting av eitt nú oljuvinnuni í Føroyum.

Kolvetnisskattalógin, sum nú er løgd fyri tingið, var meira enn hálv liðug, tá Regin byrjaði at arbeiða í Fíggjarmálastýrinum.

Regin veit ikki, hvussu framtíðin verður, men honum dámar væl á sínum nýggja arbeiðsplássi, eisini tí at tað hann hevur útbúgvið seg til, olju- og gassskatting, er nakað sum verður lagt til rættis á Fíggjarmálastýrinum.