Klaksvík:
Tað var ein vælupplagdur James Olsen, sum setti fyrsta undanumfari av Nósabarnaprix 2003 ígongd. Tíggju vælfyrireikaðir luttakarar vóru við, og talan var bert um gentur. Nógvar teirra høvdu gjørt nógv burturúr, og fleiri høvdu millum tveir og fýra dansarar við sær á pallin. Og endin var, at 10 ára gamla Soffía Lind Rasmussen úr Klaksvík streyk avstað við fyrsta finaluplássinum. Somuleiðis fer Soffía í upptøkustudio við James Olsen, og hon verður ein teirra, sum skal við á Nósabarnaprix-fløguna, sum kemur á marknaðin beint fyri Ólavssøku. Sjálvandi verður hon so eisini at síggja millum luttakararnar í finaluni, sum verður í Badmintonhøllini í Havn Ólavssøkuaftan.
Tá umfarið var av, høvdu tilsamans okkurt um 25 børn verið á pallinum við sangarum og dansarum. Og ongin ivi var um, at James dugdi væl at gera tað spennandi, tá hann skuldi kunngera vinnaran. Hann gav sær góðar stundir, og spenningurin millum luttakarnar, sum allar stóðu á pallinum vaks og vaks. Hann byrjaði við at siga, hvør bleiv nummar trý. Og tað gjørdist tann einans 7 ára gamla Birgit Sivertsen úr Klaksvík. James Olsen helt fyri, at hon við sangi sínum, Tína dýrd tú offraði, hevði rørt mong hjørtu hetta kvøldið. Nummar tvey gjørdist Karin Haraldsen við sanginum Eg veit og Soffía Lind Rasmusssen vann sum sagt við sanginum hjá Maluni Eyðunsdóttur, Minnist tú hitt summarið.
Mamma Soffíu, Dagmar, segði beint eftir, at hon varð kosin vinnari, at hatta hevði hon ikki væntað.
? Soffía hevur ikki vant nógv, og eg slapp ongantíð at hoyra hana, áðrenn hon trein á pallin í kvøld, so eg hevði onga hóming av, hvussu hon fór at klára seg, greiddi hon frá. Men tað var sera spennandi hjá teimum mongu luttakarunum hetta kvøldið, og hóast áskoðarafjøldin má sigast at hava verið eitt satt vónbrot hjá fyrireikarunum, so eydnaðist hetta undanumfarið bara heilt væl.
Næsta undanumfar verður í tjaldinum í Kollafirði á Sundalagsstevnuni komandi leygarkvøld klokkan 19. Kostnaðurin er 100 krónur, men børn undir skúlaaldur rinda 40 krónur. Tiltakið er stuðlað av Føroya Bjór.