Fyrsti FM róðurin verður í dag

Kappróður: Veðurforsøgnin sigur, at tað verður høgættarlot og harvið, at vindurin verður undan

Í fjør vann Klaksvíkingur ógvuliga spennandi kappingina millum 10-mannafør. Í dag fer Klaksvíkingur at kappast við Norðing, Eysturoying og Havnarbátin

Fyrsti FM kappróðurin í ár verður seinnapartin á norðoyastevnu í Klaksvík. Tvær kappingar – ódnartøk – hava fyrr í hesum mánaðinum verið í Runavík.

 

Fyrsta starsskotið í barnaróðrinum verður klokkan 13.30, og eftir ætlanini verður kappast, inntil klokkan verður farin av klokkan 17.30. Síðsta kappingin verður millum 5-mannafør við kvinnum. Tá verður startskotið klokkan 17.30.

 

Barnaróðurin er skipaður í tveimum riðlum hjá gentum og so finaluróðri og tveimum riðlum hjá dreingjum og so finaluróðri. Finaluróðurin í barnaróðrinum hjá dreingjum er settur at vera klokkan 15.00.

 

Síðani verður farið undir hinar róðrarnar klokkan 15.30.

 

Hann er høgur í ættini, og tað vil siga, at lotið verður undan at rógva. Seinnapartin verður sagt frá útnyrðingi. Vindferðin verður 6 – 7 metrar um sekundið og eitt sindur meiri í hvirlunum. Tað verður turt og 8 hitastig, og sólin fer onkuntíð at kaga undan.

 

Í fjør var kappróðurin á norðoyastevnu orsakað av korununi útsettur til 24. juli.

 

Í fjør vann Klaksvíkingur ógvuliga spennandi kappingina millum 10-mannafør. Í dag fer Klaksvíkingur at kappast við Norðing, Eysturoying og Havnarbátin