Fyrsti koronologurin tøkur

Koronologar 2020 eru 19 stuttfilmar, sprotnir úr Koronatíðini á eini tvørlistaligari verksmiðju hjá Tjóðpallinum við 10 rithøvundum, 10 palllistafólkum og 4 fotografum.

Tjóðpallurin hevur savnað listafólk innan ymsar listagreinar og sett teimum stevnu við avbjóðingum ið bróta frá teirra vanliga arbeiðshátti: Rithøvundar, ið eru vanir at skriva millum annað bøkur, stuttsøgur, teigar og yrkingar, hava skrivað einarøður til pall, sum leikarar, ið einamest hava framført á palli fyri áskoðarum í salinum, hava tulkað og framført framman fyri einum sjónbandsupptøkutóli og myndatakararnir hava loyst spennandi uppgávuna at samantvinna palllist og filmslist.

Tey, ið hava skrivað eru Trygvi Danielsen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Carl Johan Jensen, Dagfinn Olsen, Sólrun Michelsen, Oddfríður M. Rasmussen, Armgarð Arge, Steintór Rasmussen, Oddvør Johansen.

Leikarar og leikstjórar eru Laura Joensen, Hjálmar Dam, Birita Adela Davidsen, Hans Tórgarð, Nicolaj Falck, Kristina Sundar Hansen, Annfinnur Heinesen, Barbara Hentze í Stórustovu og Páll Danielsen.

Staðið fyri upptøkum og eftirviðgerð hava Bjørg Mohr Andersen, Rúni Friis Kjær og Jónfinn Stenberg.

 

Koronologarnir síggjast her:

https://www.tjodpallur.fo/koronologar-2020?ss_source=sscampaigns&ss_campaign_id=5ef7591e03c35a4835fc7ef1&ss_email_id=5ef760753c5c4c6dc6231fee&ss_campaign_name=Kororonologur+%231&ss_campaign_sent_date=2020-06-27T15%3A06%3A53Z