Í farnu viku spældi miðvallarin hjá B36, Taufee Skandari sínar fyrstu landsdystir fyri A-landsliðið hjá Afganistan.
Afganska landsliðið tók lut í kappingini CAFA Nations Cup, ið hevur verið avgreidd í Kyrgistan og Usbekistan.
Komandi týskvøld spæla Usbekistan og Iran finaluna í kappingini. Sama dag spæla Kyrgistan og Oman bronsudyst.
Taufee Skandari og liðfelagarnir á afganska landsliðnum vóru í innleiðandi bólki B saman við Kyrgistan og Iran.
Í tí fyrsta dystinum móti Kyrgistan fekk Taufee Skandari sína debut. Hann kom á vøllin tá 64 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Leingi hildu afganar, at teir høvdu strítt seg til ein 0-0 javnleik móti vertstjóðini, men sjey minuttir inni í tíðini skorar Kyrgistan eitt mál, ið afganar hildu átti at verið kolldømt fyri fríspark.
Men málið stóð. Hetta fekk øðið í umboð fyri leiðsluna í afganska fótbóltssambandinum, ið góvu Taufee Skandari og liðfeløgunum boð um at fara av vøllinum í protest, og alt endaði í roki. Hetta fekk ta avleiðing, at Afganistan var dømt til at tapa dystin 0-3.
Í seinna dystinum í bólkinum, ið var ímóti Iran fekk Afganistan ein veruligan lúsing. Iran vann stórsigur 6-1. Longu í steðginum var Iran á odda 4-0. Taufee Skandari slapp at byrja inni og hann fekk 84 minuttir á vøllinum.
Afganistan endaði sostatt aftast í bólki B við ongum stigi, men Taufee Skandari fekk sínar fyrstu landsdystir fyri Afganistan.
24 ára gamli, Taufee Skandari er føddur í Afganistan, men er vaksin upp í Onglandi. Hann er fyrsti leikarin úr bestu fótbóltsdeildini í Føroyum, ið hevur spælt A-landsdystir við einum øðrum FIFA-limalandi enn Føroyum í sama kappingarári. Menn vita ikki um, at annar útlendskur leikari sum hevur spælt í bestu deildini í Føroyum hevur spælt A-landsdyst í sama kappingarári.
Onkrir útlendskir leikararar hava spælt A-landsdystir áðrenn teir spældu dystir í bestu føroysku fótbóltsdeildini.