Á veg til Ísland legði íslendska flaggskipið Børkur NK 122 leiðina inn í Eiðisflógva at heilsa upp á bygdina. Tað er ikki á hvørjum degi, at nýbygningur kemur inn í Flógvan.
Á Eiði siga tey, at hetta helst er fyrstu ferð yvirhøvur, at eitt nýbygt uppsjóvarskip liggur út fyri bygdini á Eiði, og tað eru eisini mong ár síðan, at ein nýbygningur kom til Eiðis.
Tað er Sildarvinnslan á Norðfirð, sum hevur latið Børk byggja á Kartensen Skipsverft í Skagen.
Skipið er ikki nakar píningur. Tað er 90.2 metrar langt og 16,7 metrar breitt. Lastin er stívliga 3500 rúmmetrar og tekur eini 3400 tons.
Á Eiði siga tey, at seinast, ein nýbygningur stevndi inn gjøgnum Eiðisflógva, var í 1988. Tað var línuskipið Fugltúgvan, sum nú er Sandshavið.
##med2##
Tá Børkur lá út fyri bygdini á Eiði, var øll manningin uppi á brúgvatakinum í hvítum skjúrtum til høvi. Skúlabørn og fólk í bygdini annars tóku ímóti stásiliga skipinum úti á Torvanesi, har bæði føroysku og íslendsku fløggini veittraðu.
- Børkur hevði knappa tíð, men hevði ómakað sær at heilsa upp á bygdina. Hjørvar, skipari á Børki, heilsaði við trimum floytum, áðrenn leiðin gekk út til Risan og Kellingina og so víðari til Íslands.
Á Eiði vita tey eisini at siga, at Børkur skal navngevast á Norðfirði sunnudagin.
##med3##