Fyrsti sertannlæknin settur í starv

Tórshavnarf kunnuna hevur nú sett ein sertannlækna í tannsjúkum tannjavninin settur í starv.

Tað er Halldis á Grønastøð og hon er fyrsti sertannlækni av hesum slagi, sum Tórshavnar kommuna setir í starv á Tannlæknastovuni.

Kommunan hevur sambært lóg ábyrgd at veita børnum viðgerð av tannsjúkum og tannjavning. Nógvu seinastu árini hevur kommunan havt tænastusáttmála við Bergtóru Hanusardóttir um hesar uppgávur.

Nú kemur kommunan sjálv at standa fyri hesum. Umleið ein triðingur av hvørjum árgangi hevur tørv á sertannlæknaviðgerð.

Tá Skúlin við Løgmannabreyt varð bygdur, vórðu stór og góð høli sett av til tannlæknastovu, og ætlanin er nú at innrætta sertannlæknastovu við nýggjari og framkomnari útgerð.

Halldis byrjaði í starvinum í dag.

Á myndini síggjast f.v. Sigrid Arge, leiðari á Tannlæknastovuni, Halldis á Grønastøð, sertannlækni í ortodonti, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri.