Helgi Abrahamsen
?????????????????
Hósdagin 13. mai høvdu tveir blaðmenn á Sosialinum roknað seg fram til, at 100 dagar vóru farnir síðani ABC-samgonga var skipað, og í tí sambandi varð gjørt upp, hvat samgongan hevði fingið burturúr.
Tað at fjølmiðlar fylgja við, hvat ein samgonga fær av skafti, haldi eg vera í fínasta lagi, men samstundis vil eg eisini siga, at tað er umráðandi, at viðgerðin er saklig, og best hevði verið um allir flokkar og allar samgongur vórðu viðgjørd nøkunlunda eins.
Tíverri má eg siga, at umrøðan sum landsstýrið fekk í Sosialinum 13. mai var ikki saklig, og pástandirnir vóru illa grundaðir.
Ein samanbering
Um vit samanbera teir fyrstu hundrað dagarnar hjá sitandi samgongu, við fyrstu hundrað dagarnar hjá undanfarnu samgongu (sum hvørki Sosialurin ella nakar annar fjølmiðil gjørdi nakað burturúr), so sær samanberingin soleiðis út:
Løgtingsval var 30. apríl 2002. Samgonguskjalið varð undirskrivað 6. juni, og hevði táverandi samgongusamstarv sostatt vart í 100 dagar tann 14. september 2002. Innan henda dagin vóru tvey nýggj aðalstýri sett á stovn, ein nýggjur aðalstjóri var settur í starv og ein annar var á veg.
Bert tvey uppskot
Frá 6. juni til 14. september 2002 legði táverandi landsstýri einans tvey lógaruppskot fyri tingið. Annað var ein eykajáttanarlóg og hitt var uppskot um áseting av fiskidøgum. Tað vil siga, at í báðum førðum var talan um uppskot, sum landsstýrið sambært lóg var tvingað at leggja fyri tingið.
Restin av landsstýrinum (seks landsstýrisfólk og løgmaður), vóru framvegis ikki komin í tingið við so mikið sum einum uppskoti, tá 100 dagar vóru farnir. Kortini høvdu fimm stórar ósemjur verið í samgonguni, sum beinleiðis høvdu hótt samgongusamstarvið, men ikki eitt kritiskt orð var at síggja í Sosialinum um alt hetta tann 14. september 2002.
Men 13. mai 2004 finnst Sosialurin at sitandi landsstýri, tí nú verður ikki nóg nógv gjørt, fyri at spara aðalráð og stjórar burtur aftur, sum undanfarna landsstýri kom við. Men tað løgnasta av øllum er, at funnist verður eisini at samgonguni, fyri at hava sett bara ein landsstýrismann at umsita almanna- og heilsumál. Hetta halda blaðmenninir vera ov lítið, og ein má spyrja seg sjálvan, hvat blaðmenninir vilja ? Ætla teir at økja talið av landsstýrismonnum, samtíðis sum talið av aðalráðum skal minka ?
Nýggja landsstýrið
Sitandi landsstýri hevur 100 teir fyrstu dagarnar lagt 21 uppskot fyri tingið (17 lógaruppskot, 3 uppskot til samtyktar og 1 uppskot til ríkislógartilmæli) (hetta er meira enn tíggju ferðir so nógv, sum undanfarna landsstýri hevði lagt fram, tá tað hevði sitið í 100 dagar). Talið av landsstýrismonnum og aðalráðum er minkað við tveimum, meðan tað hjá undanfarna landsstýri var økt við sama tali.
Hetta er hóast alt ikki so gali.
Viðgerð av landsstýrisfólkum
Sosialurin viðgerð ikki bara samgonguna undir einum, men einstøku landsstýrismenninir og løgmaður verða eisini viðgjørdir persónliga. Tað verður ov drúgt at gjøgnumganga alt her, so eg velji at taka eitt dømi burturúr rúgvuni.
Um Bjørn Kalsø verður sagt, at LEYSATÍÐINDI vilja vera við, at hann framvegis sópar undan neytum og undirvístir børnum á Syðradali, tí maðurin er ikki at finna í pressuni. Høvdu blaðmenninir gjørt sær ómak at tosað við landsstýrismannin áðrenn teir skrivaðu hesar reglurnar, so kundi hann kanska greitt teimum frá, at hann, áðrenn hann gjørdist landsstýrismaður, var seyðabóndi (tað vil siga, tað slagið av bónda, sum ikki sópar undan neytum), og at hann eisini var lærari í Klaksvík (og ikki á Syðradali).
Eg skilji væl, at bløðini sum komu út um næstseinasta aldamót onkuntíð vóru noytt at brúka vendingar sum "graml er um?", ella "menn vilja vera við?", tí við tátíðar samskiftismøguleikum var ikki lætt at fáa tíðindini váttaði. Men at eitt tíðindablað í 2004 skal fáa seg til at skriva at "leysatíðindi vilja vera við?", bara tí at blaðmenninir ikki tíma at kanna eftir, um tíðindini eru sonn ella ikki, er undir alt lágmark. Eg skilji heldur ikki hví Bjørn Kalsø verður lastaður fyri, at hann ikki er so ofta at síggja í pressuni, tí mær vitandi eru tað tíðindafólkini einsamøll sum avgera, hvør sleppur í pressuna.
Óheft tíðindablað ?
Onkur sigur at Sosialurin er óheft tíðindablað meðan onkur annar sigur at hann er málgagn hjá Javnaðar-flokkinum. Hvat av hesum er rætt, skal eg ikki taka dagar ímillum, men hósdagin 13. mai má eg viðganga, at Sosialurin var hvørki javnaðarblað ella óheftur.