Fyrstu Chevrolet til Auto Service

Mánadagin fekk Auto Service teir fyrstu Chevrolet bilarnar, eftir at teir alment yvirtóku Chevrolet umboðið frá 1. juni 2009.

Talan er um spildurnýggja Chevrolet Cruze, sum er ein sera væl útgjørdur bilur í miðalklassanum. Bíligasti Cruze kostar 199.000 kr., meðan luksusútgávan við allari útgerð sum t.d. leðurkabinu, automatiskum klimaanleggi og navigatión kostar 229.000 krónur.