- Nú eru fyrstu digitalu nomadarnir í ár komnir til Vágs ígjøgnum Arctic Digital Nomads Grant. Lena og Damian, sum eru úr Póllandi, verða í Vági í umleið tveir mánaðir.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
- Hetta er annað árið, at digitalir nomadar hava kunnað søkt um at koma til Vágs, og áhugin hevur verið stórur. Í ár komu heili 14.846 umsóknir inn til Arctic Digital Nomads Grant.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at Lena arbeiðir við tekstili og design og er í løtuni í gongd við eina verkætlan við ull. Damian er rithøvundur og ritstjóri, sum arbeiðir við einari verkætlan um norðurlendsk oyggjasamfeløg og sambandið millum mentan, stað og frásagnir.
- Meðan tey eru í Vági, verður skipað fyri einari verkstovu saman við teimum, ið øll kunnu luttaka á, og meira kunning um verkstovuna kemur seinni.
Lagt verður aftrat, at stuðulsmøguleikin, sum digitalu nomadarnir koma gjøgnum, er partur av Coworking for bygdeliv-verkætlanini, sum er stuðlað av NORA.










