Kvinna sligin í andlitið – maður skuldsettur

Hóast fá fólk vóru í býnum í nátt, og eru trý fólk skuldsett

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini, so vóru ikki nógv fólk í býnum í nátt, so har hevði løgreglan ikki so nógv at gera.

Um fimmtíðina steðgaði løgreglan einum bili, har tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsevnum. Hann er so skuldsettur fyri tað.

Tíðliga í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend til eitt harðskapsmál á einum bústaði í Havn. Har vóru ein maður og ein kvinna farin at táttast. Tað endaði við, at kvinnan varð sligin í andlitið. Maðurin er skuldsettur fyri harðskap.

Í morgun hevur løgreglan tikið ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring, og ein maður hevur sovið í brummini hjá løgregluni í nátt, tí hann var ov fullur at taka sær av sær sjálvum.