Sostatt verður hon fyrsta kvinnan í leiðslu fólkakirkjunnar.
Dómprósturin er sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Hon er kallað av kirkjuráðnum í Nólsoy og kirkjuráðnum við Havnar kirkju. Hon hevur um hendi ábyrgdina av kirkjubókunum og er myndugleikin við atliti at jarðarferðum.
Til hetta embætið er tengd uppgávan at røkja tænastuna sum dómpróstur. Dómprósturin er varafólk hjá biskupi og er í fráveru biskups virkandi biskupur.
Dómprósturin er føddur limur í Próstadømisráðnum. Ráðið hevur yvirskipað ábyrgd av fíggjarmálunum hjá teimum staðbundnu kirkjunum og umsitur byggimál og verkætlanirnar hjá kirkjunum. Dómprósturin virkar í tøttum samskifti við kirkjuráðini.
– Vit á skrivstovuni í Biskupsgarði gleða okkum til samstarvið við Mariu Jørðdal Niclasen og ynskja henni at vera hjartaliga vælkomin. Somuleiðis ynskja vit, at tænastan vignast henni væl til gleði fyri hana og hennara og fólkinum til signingar.
– Vit biðja um Guðs signing yvir dagin og okkum øll, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur, á heimasíðuni Fólkakirkjuni.











