Sigurd er føddur í Vestmanna 23. januar í 1926 og hevur búð í bygdini alt sítt lív. Foreldur hansara vóru Sanna og Jens Nielsen. Tey fingu sjey børn, og Sigurd er tann einasti av teimum, sum eftir er.
Hann vaks upp á Heygum í Vestmanna, og bygdu hann og konan, Elsa, hús í sama býlingi. Tey fingu seks børn. Eftirkomararnir hjá Sigurd og Elsu eru í dag 61 í tali, og tá eru makarnir hjá eftirkomaranum ikki taldir við.
Sigurd hevur arbeitt sum handverkari. Millum annað var hann við at byggja báðar fólkaskúlarnar í kommununi. Eisini høvdu Elsa og hann handil.
Nú Sigurd fyllir 100 ár, eru tað trý fólk í Vestmanna, sum eru 100 ár og eldri.
- Vestmanna kommuna ynskir Sigurdi hjartaliga tillukku við runda stóra degnum.
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, var fyrrapartin og heilsaði upp á føðingardagsbarnið, ið er abbabeiggi hennara, og tey eru eisini grannar.











