Fyrstu Kaldbaksbátarnir komu í 1974

Í mars 1974 fór tann fyrsti av teimum væl kendu Kaldbaksbátunum roydartúr. Bátarnir frá Marine Plast í Kaldbak vórðu væl móttiknir og roynast væl í Føroyum. Myndaárbókin "árið ið fór 1974" skrivar soleiðis um tá fyrsta áttamannafarið fór royndartúr:

Væl av fólki var komið saman í Kaldbak, tá fyrsta liðugt bygda áttamannafarið úr plasti fór royndartúr.

Tá ið báturin fór á sjógv, varð trivið í kvæðið hjá Mikkjali á Ryggi um hesa stødd á bátum.

Báturin royndist væl í sjónum. Undir dekki er gott pláss; undir skarpinum er lugar, har fýra fólk kunnu sova, harafturat er stýrihús. Báturin hevur 25 hesta Buch dieselmotor, sum kraftar væl.