Skírismorgun hoyrdust morgunfrísk og nýggj ljóð uttanfyri húsini hjá Hendrik Old í Vági.
Ein ær hevði lembt tvey lomb. Sostatt er ærin tvílemba ? tvølba, sum tað eitur í Suðuroynni. Fyrstu lombini í Vági komu sostatt skírisdag ? skertisdag, sum tað eitur í Suðuroynni. Talan er um ær, sum vanliga gongur í haganum á summri.
At koma í túnið hjá Hendriki hóskvøldið var hjartarørandi ? eitt lítið hvítt lamb og mamman. Lambið jarmaði við høgum tóna, so lítið tað var. Men inni í heita køkinum var hitt lambið, tað svarta. Bæði lombini hava tað gott. Orðatakið sigur, at tann, ið fyrst sær eitt hvítt lamb, fær eitt gott summar, og sostatt fáa mong eitt gott summar, tí mong hava spákað sær framvið hjá Old hendadagin ? á veg vestur á Eiðið ? í góðveðrinum.