Klokkan trý mánanáttina fóru fýra mans undir tað møtimiklu uppgávuna at klintra upp á Trøllkonufingur, sum er 313 metrar høgur.
Teir fýra, Pætur, John, Jóhannus og Bergur klintraðu upp á Ovaraskarð í gjár, har teir hava sovið í nátt, 260 metrar uppi.
Og í dag hildu teir so leiðina fram teir síðstu metrarnar, og nú seinnapartin kom fyrsti maður upp á, tað var Bergur, og nú er annar maðurin, Jóhannus, eisini komin upp.
Tað ber til at fylgja við ferðini, og at síggja myndir her: instagram.com/vodafoneforoyar/