Aslaug Olsen er skúlastjóri á Sankta Frans Skúla, hon sigur, at tað hevur verið ynski í fleiri ár at skúlin skal hava framhaldsdeild.
Øll árini hava næmingarnir verið noyddir at leita sær aðrar leiðir, tá teir eru lidnir við 7. flokk, og tá sær skúlin ikki “endaliga úrslitið”, tí ynskir skúlin at bjóða allan pakkan.
At bjóða framhaldsdeild hevur nýggjar avbjóðingar við sær. Í 9. flokki skulu næmingarnir til fráfaringarroyndir, og hettar hava tey ikki roynt áður á Sankta Frans skúla, og tað krevur fyrireiking. Eisini skal skúlin bjóða fleiri lærugreinar.
Flokkarnir í framhaldsdeildini hava fingið hølir í Finsen at húsast í, til nýggi skúlabygningurin, sum verður bygdur til endamálið, er liðugur.