Koyrikortini verða fleiri og fleiri. Eitt er, at hava koyrikort til bil, motorsúklu og prutl.
Men nú ber eisini til at taka koyrikort til teldu.
Og eins og við tí gamla koyrikortinum, ber eisini til at vísa teldukoyrikortið fram, næstan hvar sum helst í verðini, fyri at vísa at tú dugir at brúka teldu.
Tí teldukoyrikortið er eitt altjóða viðurkent prógv um, at tú hevur skil fyri, hvussu ein telda virkar og at tú dugir at brúka tey vanligastu forritini.
Og fríggjadagin løgdu 18 starvsfólk hjá Føroya Banka í Suðuroynni nakrar reglur afturat søguni, tí tey eru tey fyrstu, sum hava tikið hetta koyrikortið í Suðuroynni.
Síðani í heyst hava tey gingið á skeið, 96 skúlatímar í alt, og tey hava verið til sjey ymsar royndir.
Men tey vóru ójøvn á máli um, antin tað hevði verið strævið ella ikki.
Summi komu spælandi ígjøgnum, men tey, sum ikki vistu so nógv um teldubrúk frammanundan, máttu kýta seg.
Men tey, eru tó øll á einum máli um, at hetta hevði avgjørt loyst seg hjá teimum, tí tey vóru nógv betri før fyri at útinna sítt arbeiði.
Tað er stórur munur á teimum, sum fara undir koyrikortið.
Summi eru lítið og onki von at brúka teldu. Hinvegin eru onnur rættiliga køn frammaundan- men vilja fegin hava pappír uppá tað.
Undir øllum umstøðum er tað ein stórur fyrimunur, næstan ein fortreyt, at tey hava atgongd til teldu.
Umframt hesi, sum nú hava tikið koyrikortið, eru tríggir aðrir flokkar komnir væl áleiðis, teir eru komnir næstan í helvt og verða lidnir um ársskiftið.
Handilsskúlin sigur, at enn eru nøkur plás eftir til fólk, sum hava hug at taka seinna part av skeiðnum.
Altjóða viðurkent
Teldukoyrikortið er í sjey pørtum og tað verður undirvíst eftir eini fastari skipan, sum er altjóða viðurkend.
Tey fáa fyrst eina grundleggjandi vitan um kunningartøkni, tey læra síðani um teldur og stýringsskipanir, um tekstviðgerð, rokniark, databasur, framløgur og telduforrit og tey læra um samskiftisneti, sum á vanligum máli eitur interneti.
Susan Gregoriussen, sum er leiðari á skeiðtænastuni hjá handilsskúlanum, sigur, at higartil eru tað mest almennir stovnar, og peningastovnar, sum hava sæð fyrimunirnar í, at lata fólki taka koyrikortið.
? Føroya Banki var fyrsta fyritøka, sum gevur sínum starvsfólki koyrikortið, men síðani er Føroya sparikassi og fleiri almennir stovnar eisini byrjaður.
Og nú eru tað eisini fleiri og fleiri aðrar privatar fyritøkur, sum vilja hava fólkið á skeið at taka teldukoyrikort.
Hon sigur, at ein stórur fyrimunur við skeiðnum er, at fyritøkur so vita, hvørjum støði starvsfólki er á til teldubrúk, og at teldukunnleikin í virkinum er á nøkunlunda sama støði.
Handilsskúlin leggur stóran dent á at menna telduførleikan hjá fólki.
? Vit halda, at okkara førleiki at samskifta við onnur, verður avgerandi fyri, hvussu vit koma at klára okkum sum samfelag.
? Og tað skerst ikki burtur, at ein stórur partur av hesum samskifti fer fram um telduna.
? Og tað er onki at ivast í, at framyvir verður kunnleiki til teldur líka týðandi sum tað at duga at lesa, skriva og rokna, sigur handilsskúlin.