Gangurin av fýrverki nýggjársnátt fekk tær ringast hugsandi avleiðingarnar fyri nakrar kýr á einum svenskum bóndagarði, tí nú eru tær avlívaðar. Tær høvdu brotið seg út úr einum innhegnaðum stykki og inn á glerfrystan bø, har tær gliðu og brutu seg sundur.
- Onnur kúgvin breyt eitt bein og hin tvey, so tær stóðu ikki til at bjarga. Vit høvdu ongan annan møguleika, enn at avlíva báðar, hóast tær vóru kvidnar og tí eru dýrur missur, sigur bóndin, Anders Hultin, við avísina Sundsvalls Tidning.
Bóndin harmast um tilburðin, tí tað sum hendi, var at onkur fór at skjóta við fýrverki klokkan hálvgumtrý um náttina, og tað ræddi kýrnar so mikið, at tólv av teimum brutu seg út um girðingina.
- Meðan tað mesta av skjóting var, sótu vit hjá neytunum og royndu at kyrra tey, men allíkavæl skuldi hetta henda beint við garðin á miðjari nátt og langt eftir at fólk annars vóru givin at skjóta, sigur Anders Hultin.
Kommunustýrið í Ånge kommunu hevur samtykt, at tað skal verða forboðið at skjóta við fýrverki eftir klokkan eitt um náttina, men tíverri fyri bóndan var forboðið ikki góðkent av avvarðandi mynguleikum og tí ikki komið í gildi.