»Útvarp Føroya, góðan morgun«. Klokkan er farin av sjey, og útvarpið er longu frá. Nógv fyri. Tað er soleiðis hvønn morgun áðrenn eg skal í skúla. Útvarpið MÁ frá. Og so skulu vit plágast við tíðindum og øðrum tvætli áðrenn man yvirhøvur hevur fingið eygu. Typiskt foreldur. Hasum eru tey uppvaksin við, og soleiðis má tað helst bara vera. Men hvør veit, kanska eg sjálv eisini verði soleiðis tá eg verði eldri.
Líkamikið. Tað er kanska ikki vert at øsa seg um.
Bussførarin tykist eisini at vera útvarpstilhangari. Útvarpið er eisini frá har. Áh nei, tað kann ikki vera rætt. At ein veruliga skal verða togaður ígjøgnum hálvan annan tíma, við at lurta eftir hasum vertinum. Hann skal altíð vera so stuttligur og í so góðum lag. Morgungronin nærkast bara. Og hetta myrka veðrið ger tað ikki betri. Tíbetur er tað ikki so langt til skúlan.
Bussurin koyrir víðari og vit skulu ígjøgnum morgunsang og lítlar anekdotur, sum útvarpsverturin hevur upplivað, sum hann heldur er "áh so stuttligt". Neinei, morgungronin er eitt stig nærri.
Tað er stuttligt hóast alt at síggja, hvussu troytt og lin øll eru um morgnarnar. Onki lív er í bussinum. Tey flestu sita við eini bók ella onkrum skúlatingum, sum tey ikki hava gjørt kvøldið fyri. Og útvarpið spælir framvegis í bakgrundini, og sjenerar ikki tey tað heilt stóra...
Hoyr, nú var endiliga ein góður sangur í Útvarpinum... tralalalala...
Endiliga - skúlin! Bjarga mær vekk frá hesi útvarpssendingini áðrenn eg kvalist!
Tíbetur hava vit onki radio í skúlastovuni, so kanska eg sleppi so nøkunlunda heilskapað ígjøgnum dagin.
Tá man so kemur heimaftur, so er tað lítlibeiggi. Hann elskar Rás 2. Juhuuu, hvat er so kul? Allar útvarpsstøðir skuldu verið niðurlagdar um tú spyrt meg.
Og so ikki at gloyma á nátturða. Tað ber ikki til at hoyra mannamál, tí at tíðindini eru tað týdningarmesta kring borðið hesa løtuna. Og hvat so???? Tey hava hoyrt alt ígjøgnum dagin, minst 100 ferðir. Nei, heilt erligt - onkur burdi tikið seg saman.
Huff, puff. Men gott er. Tað er ikki so galið kortini. Tí um onki útvarp var, so skuldi eg funnið útav at grenja um tað. So tað kann ikki vera so heilt av leið, ha?
Anna