Góðan morgun Helena

Vit skulu velja politikkarar, ið tora at taka ópopulerar avgerðir. Hettar eru tíni egnu orð, og í sakini viðv. venjingarmøguleikum hjá spastikarum o. ø. hevur tú sanniliga framt hettar í verki. Men við hvørji grundgeving?? Tey, ið hava brúk fyri hesum venjingarmøguleika hava ikki fingið eina einastu sakliga grundgeving fyri avgerðini.

Sum brúkari hevur man rætt til eina sakliga viðgerð, harragud, hettar eru fólk, ið kanska kunnu sleppa frá at verða løgd undir skurð og enntá fáa enn betur úrslit enn við skurðviðgerð.

Ein mánaður á Move and Walk sentrinum kostar um 25-30.000 kr fyri hvønn, hettar er fyri intensiva venjing í fýra vikur. Hvat kostar ein skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum við eftirfylgjandi uppvenjing í Hornbæk í fýra vikur ella meir?? Neyvan undir tær 30.000 kr, sama úrslit kundi fingist fyri í Svøríki. Landssjúkrahúsið skal spara 40 mió. kr. Her er ein møguleiki ið kann hjálpa eitt sindur.

Og so Høgni!! Hvat er hattar fyri nakað. Taka einaráðandi avgerðir í happadráttargrunninum. Hetta hevur tú gjørt, tí tú situr á báðum hestunum, og tú veit, at hinir limirnir í happadráttargrunninum ikki høvdu verði einigir við tær í hesum máli.

Eg veit ikki, hvat Helena heldur um teg nú, men eg hevði ikki torað at givið tær nakað álitisstarv aftur.

Eg vóni, at onkur er, ið kann læra teg at hyggja frameftir Helena, tí uttan áræði og at TORA at taka avgerðir, ið eru ópopulerar millum tíni egnu embætisfólk, verður ongin bati.


Tórhallur Áslakkson