Í kvøld kom útróðrarbáturin Sunneva úr Sandavági aftur av útróðri. Teir høvdu roynt Úti millum Holdini í 2 døgn. Báturin SUNNEVA kom á Sørvág um 8 tíðina í kvøld, teir hava havt góðan fiskiskap - íalt 2000 pund, harav 1500 pund av yvirvaksnum toski og so eisini 500 pund av góðum upsa.
Teir hava roynt Úti millum Holdini, veðrið var gott, men í morgun var eitt lot, og eisini rak hart, so teir valdu at koma inn.
Tað var sjáldsama javnt stórur toskur, sum teir høvdu fingið, eisini sá toskurin út til at vera sera væl fyri, so onkur sólskinssøga er eisini í fiskiskapinum.