Góðar tíðir í Føroyum

Løgmaður segði, at tað júst er, tá ið tíðirnar eru góðar, at tað tykist torført hjá okkum at stýra væl, men tað hevur hendan samgongan sett sær fyri at gera

Í ólavsøkurøðu síni í dag staðfesti løgmaður, at vit hava góðar tíðir í Føroyum.

-Vit eru eydnusamasta fólk í heiminum, vísir kanning hjá Fólkaheilsuráðnum og búskapurin her verður skýrdur “superøkonomi”. Vit hava ongantíð verið so nógvir íbúgvar. Útlendsk ferðafólk streyma til oyggjarnar og arbeiðið er til næstan allar hendur. Ítrótturin røkkur dreymaúrslitum. Og fyrsta Michelin-stjørnar er í hús, segði Aksel V. Johannesen á tingi í dag.

Hann gjørdi tó eisini vart við, at eftir sjey feit ár plaga at koma sjey rak ár.

Hann gjørdi vart við, at vit her á landi sjáldan stýra nóg væl í góðum tíðum.

Vit hava ikki dugað nóg væl  at lagt uppfyri og gjørt neyðugu broytingarnar áðrenn búskaparliga illveðrið er brostið á aftur.

Løgmaður segði, at tað hevur hendan samgongan sett fær fyri at gera og vísti á, at vøksturin í almenna rakstrinum verður hildin niðri á 2,5 prosentum.