Stórur partur av danska landsliðnum í rógving hevur síðstu vikurnar verið á venjingarlegu í Eysturríki, har tey hava fyrireikað seg til HM-kappingini, sum byrjar í München sunnudagin.
Ein av rógvarunum á danska landsliðnum er føroyska Katrin Olsen, sum mannar danska lættvekt dupultscullaran saman við Juliane Elander Rasmussen. Kappingin í júst hesum bátaflokkinum hevur verið hørð í millum donsku rógvararnar, og tí hevur landsliðsvenjarin roynt fleiri samansetingar. Samansetingin við Katrin Olsen og Juliane Elander vísti seg at vera tann sterkasta, og í teimum báðum World Cup-kappingunum, sum Katrin og Juliane hava róð saman, er tað blivið til gull í báðum førum.
Nú stendur so HM-kappingin fyri framman, og danir hava sera góðar vónir til tær báðar kvinnurnar umborð á lættvekt dupultscullaranum. Og kvinnurnar sjálvar hava eisini góðar vónir.
- Sjálvt um okkara kappingarneytar eru sterkir, so fara vit eftir at vinna heiðursmerki, og ongantíð betur, um hetta verður av gulli, siga tær báðar.