Ymiskt er, hvørjar vónir føroyingar hava til at vinna heiðursmerki í teimum ymisku ítróttargreinunum á oyggjaleikunum, men greitt er tó, at teir føroysku svimjararnir kenna eitt ávíst trýst á sær, tí at teir sum oftast hava staðið seg so framúr væl á oyggjaleikunum, og tí væntar tann meinigi føroyingurin, at svimjararnir aftur í ár fara at ogna landi okkara fleiri heiðursmerki.
Bæði roynd og óroynd
Føroyska svimjilandsliðið, sum fer at taka lut á Gotlandi, er mannað við bæði royndum og óroyndum svimjarum. Dia Jacobsen, Eivinid Eysturoy, Hallur Stakksund og Krisitian Martin Joensen eru alt nøvn, sum hava vunnið óteljandi kappingar seinastu mongu árini, men nakrir ungir og rættuliga óroyndir svimjarar hava eisini vunnið sær sæti á landsliðnum.
Venjararnir báðir hjá føroyska landsliðnum, klaksvíkingarnir Oluffa á Høvdanum og Søren Olsen, hava bæði drúgvar royndir sum kappsvimjarar sjálvi, so óivað hava tey nógv góð ráð at geva liði sínum, sum skal til Gotlands at verja teir føroysku litirnar.
Umframt at føroysku svimjararnir skulu luttaka í teimum mongu einstaklingakappingunum, so fara teir eisini at taka lut í øllum liðsvimjingunum, sum verða á oyggjaleikunum.
Vóna betri úrslit enn seinast
Til seinastu oyggjaleikirnar var føroyska svimjilandsliðið rættuliga ungt og óroynt. Nógvir av teimum royndaru svimjarunum sluppu ikki við, og hetta var uttan iva ein av høvuðsorsøkunum til, at úrslitið ikki gjørdist so gott, sum tað so mangan hevur verið. Nú eru fleiri av teimum royndaru svimjarunum við aftur, samstundis sum nógvir av hinum svimjarunum hava fingið nakrar fleiri royndir.
Vónirnar eru undir øllum umstøðum góðar til okkara svimjarar, og spennandi verður at fylgja við í kappingini hjá teimum. Einamest spennandi verður at fylgja Ásbjørn Hansen, sum til dagligt býr í Danmark, har hann svimur í donskum felag og hevur vunnið fleiri kappingar við teimum.
Manningin á føroyska svimjilandsliðnum telur 16 fólk, og saman við venjarum, ferðaleiðarum og fysioterapeuti telur føroyska svimjiferðalagið eini 22 fólk.
At svimjikappingarnar eru millum teirra, sum føroyingar hava størstan áhuga fyri, er lítið at siga til, tí føroysku svimjararnir vanliga hava staðið seg sera væl og hava vunnið fleiri heiðursmerki. Neyvan hevur nøkur onnur ítróttargrein vunnið føroyingum so nógvan heiður á oyggjaleikunum sum júst svimjingin.