Bókaútgáva
Bókin er snøgg ? blá sum havið. Á hvørjari opnu eru litmyndir, ið vísa ein rætt, sum uppskrift er til á síðuni við síðuna av.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út, og longu í 1999 fingu tey fyrsta handritið til kókibókina.
? Tað hevur verið ógvuliga strævið at arbeiða við kókibókini, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
? Tá vit fingu fyrsta handritið í 1999 lósu vit tað ígjøgnum, og sendu tað síðan aftur til næmingarnar. Ymiskt var, sum skuldi arbeiðast meira við. Onkrar viðmerkingar vórðu lagdar afturat, og eisini vantaði ein linja, sum skuldi gera bókina til eina heild.
Bókadeildin fekk so nýggja handritið summarið 2000. Síðani heittu tey á Sólgerð Sigvardsen, lærara, um at samskipa útgávuna. Sólgerð og kokkurin Reynold Madsen fingu so hendur á nøkrum uppskriftum afturat, sum kanska vóru eitt sindur meira sjáldsamar. Síðani varð bókin samskipað, bæði málsliga og innihaldsliga.
? Hetta líkist ikki barna- og ungdómsbókunum, sum vit vanliga geva út, men vit fingu áheitan um at geva bókina út, og vit hildu hetta vera ógvuliga áhugavert. Eisini eru vit vís í, at hetta er ein bók, sum fer at koma í hvørt hús í Føroyum, og er tað eitt frálíkt avkast til bókadeildina.
Sambært Niels Jákupi er tað heilt givið, at føroyingar hava eina bók við mati úr sjónum.
? Bókin inniheldur ikki bert "vanligan" fiskamat. Eisini eru uppskriftir til til dømis øðu, krabba, gággu og igulker og ger hetta matin meira spennandi.
Ein "best-seller"
Fríðleif Lydersen úr Skálavík er ein av høvundunum til bókina.
? Vit byrjaðu at tosa um hetta longu í fyrsta flokki her á fiskivinnuskúlanum. Síðani avgjørdu vit at gera hetta til okkara ársuppgávu 2. árið, greiðir Fríðleif frá.
? Vit hildu, at tað manglar ein tílík bók í Føroyum. Føroyar eru jú ein fiskivinnutjóð.
Men hvussu hava næmingarnir megnað at savna saman heilar 216 ymiskar uppskriftir uppá fiskamat?
- Ommur, mammur, lærarar, vinir og kenningar, er Fríðleif skjótur at svara.
? Eisini eru ymsar síður á internetinum, har tú kanst fara inn og taka uppskriftir niður, men nakrar eru eisini gjørdar til høvið.
Flokkurin, sum stendur aftanfyri bókina, varð liðugur á Fiskivinnuskúlanum í summar. Tey vóru 9 í tali, og hava tey lagt sera nógv arbeiði í útgávuna.
? Tað hevur verið ógvuliga strævið, og vit hava havt nógv at gera. Ofta hava vit sitið aftaná skúlatíð, og nógv vikuskifti og frítíð er farin til bókina, sigur Fríleif.
? Eg eri sjálvur ótrúliga glaður fyri úrslitið. Nú havi eg bara blaðað leystliga ígjøgnum hana, men hon sær ógvuliga fín út. Eg ivist ikki í, at hetta fer at vera ein best sellari. Hetta er jú eitt nýbrot í føroyskum bókmentum.
Fríleif Lydersen vil vera við, at føroyingar hava ikki hugflog til at gera stórt annað enn at kóka og steikja fisk. Hetta skal so vera ein hjálp á leiðini at betra um hetta. Við nýggju kókibókini kanst tú matgera tær meira fjølbroyttan fiskamat.
"Góður matur úr sjónum" er 192 blaðsíður og kostar 268 krónur í bókhandlunum. Í bókini finnur tú 216 uppskriftir til millum annað 24 forrættir, 18 suppur, 135 høvuðsrættir og 35 salat. Myndirnar í bókini hevur Per á Hædd tikið. Kokkurin Reynhold Madsen hevur tilgjørt allan matin á myndunum, og Olivur við Neyst hevur teknað tekningarnar. Einars Prent hevur umbrotið og prentað bókina. Fleiri vilja vera við, at "Góður matur úr sjónum" er ársins jólagáva.