GÍ eigur grannauppgerðina

Heldur ikki hesa ferð fekk ÍF nakað við sær úr Gøtu, og framvegis eru fuglfirðingarnir púrasta sørir í botninum av talvuni

Fótbóltur

Tað er einki at taka seg aftur í, at gøtumenn hava sálarliga yvirtakið, tá grannauppgerðirnar eru á skránni.
Sunnudagin var grannauppgerðin í Sarpugerði, og hóast talan sjáldan gjørdist um tað heilt stóra fótbóltsspælið, so var eingin ivi um, at gøtumenn áttu sigurin uppibornan.

Rokada bjargaði gøtumonnum
Talan var ikki um teir nógvu málmøguleikarnar í dystinum, men fyri steðgin vóru heimamenninir heldur grammari enn gestirnir. Tað gav eisini úrslit stutt undan steðginum, tá Gunnar Nielsen átti seinasta fótin móti gomlu liðfeløgunum.
Eftir steðgin tóktust gøtumenn leggja størri dent á verjupartin, og tað gav ÍF betri pláss at spæla á. Teir megnaðu fleiri ferðir at hótta, og 20 minuttir inn í hálvleikin fekk Hanus Eliasen javnvág í roknskapin.
Fyri at fáa betri tak á spælinum, valdi Petur Mohr at taka Sámal Joensen úr álopinum aftur á miðvøllin, og hetta skuldi vísa seg sum avgerandi vendin. Alt fyri eitt kom nógv meira struktur yvir spælið hjá vertunum, og so líðandi tvingaðu teir sær aftur greiða yvirvág í spælinum.
Gøtumenn hava í ár sýnt hampuliga stóra styrki í deyðbóltsstøðum, og tað var eisini eftir eina slíka, at leiðslumálið kom. Fríspark varð sent innfyri, og so kundi Sam Jacobsen gera sítt næsta mál á árinum.
Fuglfirðingar megnaðu ongan tíð av álvara at svara hesum aftur, og seymurin varð settur í, tá dómarin tíggju minuttir fyri dystarlok dømdi óbeinleiðis fríspark fyri afturlegging. Ein dómur, sum gestirnir á ongan hátt vóru nøgdir um, men tað løgdu gøtumenn líka í. Áslakur R. Petersen fekk bóltin rullaðan móti sær, tá frísparkið varð tikið, og so langaði hann bóltin í meskarnar.

Nógv kort
Umframt spenningin, sum ein grannauppgerð vanliga hevur við sær, so gjørdist talan eisini um nógvar persónligar tvídystir. Kanska serliga tí fleiri av spælarunum á vøllinum hava umboðað bæði feløgini gjøgnum ár og dag, og tí vóru persónligar neisur at vinna.
Tað gav eisini úrslit í eini rúgvu av kortum frá dómaranum. Og sum skilst, so kundi okkurt av teimum gulu væl havt øðrvísi lit. Men hinvegin vildi hetta kanska uppøst spælararnar enn meira, og í so máta var talan kanska um rætt val hjá dómarunum.
Hartil var talan kanska í ávísan mun um frustratiónir um stigatalvuna, sum komu undan kavi hjá ÍF. Tá gongdin er tung, kann mótburðurin oftani kennast órættvísur, og tað skerst ikki burtur, at júst hetta var kenslan, sum fuglfirðingar sótu við.
Talvan staðfestir eisini, at stig nú mugu koma á kontina, um ikki øll vón skal hvørva mest sum alt fyri eitt. Næsti møguleikin fyri hesum er móti VB/Sumba komandi vikuskifti, og á pappírinum tykist hetta eisini sum besti møguleikin at fáa stig.