HB-GÍ 0-3 (0-1)
Undan dystinum varð tað av mongum roknað við, at hetta mundi verða dysturin, har avgerðin um fyrsta plássið í bókinum skuldi fella. Eitt fyrstapláss, sum kann hava avgerandi týdning, tí tveyarin í bólkinum eftir øllum at døma skal hitta KÍ í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.
Linligt
Tølini siga, at GÍ gjørdist vinnari av dystinum, og samanumtikið var hetta kanska heldur ikki heilt av leið. Dysturin byrjaði annars við varligum spæli frá báðum pørtum, men tá fyrri hálvleikur var á leið hálvrunnin, eydnaðist tað GÍ at leggja seg á odda, tá Súni Olsen brádliga fekk ríkiligt av plássið innanvert vinstru síðu av brotsteiginum.
Málið var á sín hátt eisini rættuliga sigandi fyri gongdina í fyrra hálvleiki, tí tað tóktist eins og eingin HB leikari visti, hvør átti ábyrgdina av gøtumanninum, soleiðis at allir bert bíðaðu, til okkurt fór at henda.
Júst hesin væntandi máttur at seta seg ígjøgnum, eyðkendi eisini restina av fyrra hálvleiki. HB hevði bóltin stóran part av tíðini, men spælið gekk alt ov seint fyri seg, og GÍ leikararnir fingu alla tíðina stundir til at skipa seg í verjupartinum.
Rúni Nolsøe var helst einasti leikari, sum royndi at fáa nakað av ferð á miðvøllinum, men ein leikari fær ikki stýrt dystinum einsamallur. Ferðin á spælinum hjá HB var snøgt sagt alt ov lág, tí leikarar alla tíðina skuldu nerta bóltin í minsta lagi einar tvær-tríggjar ferðir, og tí gjørdist støðan ongantíð serliga hættislig. Undantakið var tó, tá Hans á Lag brádliga fekk risastóran møguleika eftir hornaspark, men verjuleikari hjá GÍ stóð á røttum stað, og fekk tískil vart fyri.
Var lítil ferð á HB spælinum fyrra umfarið, so var hon enn minni seinastu trý korterini. Undirmannaði miðvøllurin hevði alstórar trupulleikar av at fáa fatur á nøkrum. Tað tykist eisini løgið, at Símun og Ingi skulu spæla úti í borðunum, tí báðir hava teir sínar avgjørdu styrkir mitt á miðjuni, og ikki sum kantspælarar, har tað nærum er eitt krav, at tú skalt duga at draga framvið mótstøðuleikarum.
GÍ liðið fekk alsamt størri yvirvág í dystinum, og tá eitt korter var eftir, fall avgerðin í dystinum. Hetta hendi eftir hornaspark, sum Bárður Johannesen ikki fekk boksað nóg væl burtur. Bólturin fall ístaðin til Rúna Justinussen, sum royndi seg við skotið, og á fimm metra markinum var rumenski verjuleikarin hjá HB óheppin og beindi bóltin í málið.
Eftir hetta var tað bert ein spurningur um at fáa tíðina at ganga, og í seinasta minuttinum staðfesti Heini Heinason sigurin, tá hann (rangstaddur) varð spældur leysur av Magna Jarnskor.
Ov lin revsing
Eitt, sum sermerkti dystin, var at dómarin lat alt ov nógv av ófantaligum og til tíðir ljótum spæli fara framvið, uttan at viðkomandi leikarar vórðu revsaðir fyri gerðir sínar.
Fleiri dømi vórðu um hetta, men ógvusligasta var tó, tá Hans Pauli Olsen við fullari ferð rann beint í krovið á Rúna Nolsøe, hóast hesin hevði spælt bóltin eini tvey sekund framman undan. Hetta hendi beint eftir, at Rúni og Magni høvdu verið í hornatøkum. Sjálvt gøtumenninir kring vøllin vóru samdir um, at talan skuldi verið um reyða kortið, men Hans Pauli slapp bíligt, við bert at fáa gula kortið.
Í seinna hálvleiki íkomu fleiri líknandi støður, men einasta revsingin fyri hetta var, tá Bárður Mortansson fekk gult kort fyri at hevna seg, eftir at hava verið í hornatøkum við verjuleikara hjá GÍ.
Dómarar skulu tó eins og leikarar hava stundir til at koma í røttu venjingina, so vónandi sleppa vit undan at síggja ov nógvar illgerðir í ár, sum ikki viðføra røttu revsingina.
HB-GÍ 0-3 (0-1)
0-1 Súni Olsen
0-2 Sjálvmál
0-3 Heini Heinason
HB:
Bárður Johannesen - Janus Joensen, Florin Mihaescu, Hans á Lag, Jóhannis Joensen - Símun Eliasen, Rúni Nolsøe, Giurea Gheorghe, Ingi Rasmussen - Bárður Mortansson, Jón Rói Jacobsen
GÍ:
Sunnvard Joensen - Hans Pauli Petersen, Áslakur Petersen, Bartal Eliasen, Leivur Hansen - Súni Olsen, Pauli Jarnskor, Jóan Petur Olsen, Magni Jarnskor, Rúni Justinussen - Helgi L. Petersen
Dómari: Súni Johansen