G! farið á húsagang

G!Festivalurin er farin á húsagang. Felagið varð í gjár til konkursviðgerð, og sum skilt liggur skuldin hjá felagnum oman fyri milliónina Herfyri kom fram, at fíggjarstøðan hjá G!Festivalinum var so vánalig, at tað var ein spurningur, um felagið kundi halda fram.

Í gjár var málið fyri í skiftirættinum, og úrskurðurin var, at felagið handan G! varð tvangsupployst.

Peter Flugge, sum starvast sum fulltrúði í skiftirættinum, sigur, at tá feløg verða tvangsupployst kunnu tað vera fleiri grundir.

-Vanligastu orsøkirnar eru, at leiðslan ikki er lóglig, ella at felagið ikki megnar at svara hvørjum sítt, og koma við einum roknskapi, sum kann góðkennast, greiðir Peter Flugge frá.

Hann sigur, at tá feløg fara í gjaldssteðg, skal skiftirætturin taka støðu til hvat skal henda við felagnum.

-Spf G! Music hevur verið undir trotabúðarviðgerð, og úrskurðurin var, at felagið ikki megnar at skaffa tann peningin, ið restar í, og at tað tí skal strikast av skrásetingini. Felagið handan G! festivalin er sostatt ikki til longur, staðfestir Peter Flugge.

Hann vil ikki siga hvussu stór samlaða skuldin er, og heldur ikki hvørjir postar hava vigað tyngst í roknskapinum.

Men Sosialurin veit, at hóast alt ikki er endaliga avgreitt enn, so liggur samlaða skuldin omanfyri eina millión.