GÍ hevur seinnapartin vunnið 3-2 á heimavølli ímóti B71.
Í 1. hálvleiki var lívligt og málríkt. Símun Louis Jacobsen legði GÍ framum við rimmar langskot í 9. minutti. Símin Hansen javnaði tveir minuttir seinni við góðum skoti úr vinstru.
Sverri Jacobsen legði B36 framum aftur við brotssparki í 18. minutti. Í 36. minutti javnaði Clayton Soares við skoti úr vinstru, og stutt undan steðginum var tað Símun Louis Jacobsen, sum skoraði til 3-2, ið vísti seg at vera sigursmálið.
Eftir steðgin trýsti B71 nógv, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál.