G! Festival 2004

Föroya størsta og feitasta tónleikatiltak. Tað eydnaðist saman við tykkum mongu, sum leitaðu tykkum á G! Festival seinasta vikuskiftið. Tykkum takka vit stórliga og vónandi síggjast vit aftur næsta ár

Tíðindaskriv
G! fyrireikararnir

Orðið takk er bert eitt orð, men við størsta týdningi og allari rúmd í hjartanum, verður tað nýtt her.
Hövusðstuðlarnir Nordisk Kulturfond, Götu Kommuna, Mentamálaráðið, Konto In, Dimmalætting og Atlantic Airways, takk fyri stuðulin vit ikki kundu verið fyri uttan. Takk allir aðrir stuðlar, tit vóru við til at gera hetta gjörligt.
Öll hjálparfólk, á ein ella annan hátt, takk fyri. Vit vóna at tit eru eins errin og glað sum vit. Tit eiga æruna fyri at hetta kundi fremjast í verki.
Tökk til Götufólk, at tit taka so væl ímóti G!, öll tit, ið fluttu úr húsum tykkara, til tess at gestandi tónleikarar kundu kenna seg heima. Teir eru allir ovfarnir av tykkara gestablídni.
Takk til lögregluna og samarittarnar fyri gott arbeiði.
Öll, ið á ein ella annan hátt vóru við til at skapa tiltakið og fáa tað av bakkastokki.
Takk til tónleikararnar, ið góvu áhoyrarunum so ríkar lötur.
Takk Gud fyri tónleikin, at tiltakið spældi væl av og fyri gott veður.