Góði Aksel

Vit eru nógv, sum fegnast um, at tú sum formaður í Javnaðarflokkinum hevur sett tær fyri at endurskapa flokk tín sum ein samríkisflokk og at sleppa fullveldiskósini, ið kostar Føroyum inntøkur, vælferð og framgongd. ?Lógvabrestir.

Nógvir lógvabrestir. Í rúma tíð. ?Reaktiónin hjá javnaðarfólkum á landsfundi um vikuskiftið var týðilig.?Tað sóu og hoyrdu vit, sum høvdu høvi at fylgja javnaðarfundinum á internetinum. ?Hvøllu lógvarbrestirnir hoyrdust, eftir at nývaldi formaðurin, Aksel Johannesen, í fyrstu formansrøðu síni staðfesti hetta:? »Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur, sum ikki vil seta vælferðina í vanda fyri at fáa fullveldi«.?Lógvabrestirnir fyltu tann fullsetta salin í Norðurlandahúsinum.? ?Uppgerð við fullveldisrákið?Góði Aksel, hetta eru vís orð, og vónandi býr álvari aftan fyri tey. Tá hevur tú av røttum sett út í kortið av nýggjum fyri Javnaðarflokkin. ?Vit eru fleiri, ið halda okkum síggja, at tú sum leiðari ætlar at gera upp við eitt 10 ára drúgvt fullveldistíðarskeiðið í flokkinum. Nýggja stavnhaldið má metast at vera víðskygdari enn tann politiska hugsanin, sum eftir øllum at døma endar við formansskiftinum leygardagin.?Sonevndir »politiskir viðmerkjarar« skulu sjálvandi takast við einum ávísum fyrivarni. Men eg hugsi, at onkur teirra hevur rætt í, at 10 ára afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum hongur neyvt saman við, at flokkur tín hevur verið meira fullveldisorienteraður, enn veljarar floksins vilja. ?Tí er undirtøkan fyri stóran part komin yvir til okkara í Sambandsflokkinum. ?Javnaðarfólk vita, at fullveldi kostar vælferð.?Vit eru nógv, sum fegnast um, at Javnaðarflokkurin nú vónandi aftur verður at finna millum okkara, ið síggja Ríkisfelagsskapin sum ein náttúrligan og góðan part av føroyskum politikki. Javnaðarflokkurin hevur fyrr rikið politikk saman við Sambandsflokkinum, ið hevur givið sera góð úrslit. ?Seinastu 10 árini hava vit í Sambandsflokkinum verið einasti garantur fyri, at Føroyar ikki spæla sær av við møguleikarnar fyri at skapa vælferð og menning innan karmarnar av Ríkisfelagsskapinum. ?Hetta hevur verið eitt heldur einsamalt og tógvið stríð, bæði her heima og í Fólkatinginum.? ?Felags høvuðsmál?Eitt er at hava ætlanir í einari røðu. Annað er at fremja ætlanirnar í verki. ?Um álvari liggur aftan fyri sjónarmið títt um, at Javnaðarflokkin er ein samríkisflokkur, so eru fleiri felags mál, ið Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin kunnu samstarva um frameftir.?Man kann síggja stórt uppá, hvar samríkisatkvøðurnar eru. Tað mest týðandi er, at skilagóður samríkispolitikkurin verður framdur. ?Mest átroðkandi er at stýra Føroyum burtur úr óvanliga afturhaldssinnaða rákinum, ið hevur merkt landið, síðani stýrið hjá fullveldismonnum kom til valdið í 1998. ?Enn hava Føroyar ikki endurvunnið sítt trúvirðið, og tí mugu hóvligar kreftir frameftir stýra landinum við seriøsum politikki. ?Náttúrliga samstarvið í Ríkinum má normaliserast, og við sunnari fornuft fáa vit økt vælferðina og framtíðartryggjað okkara samfelag innan góðu karmarnar av Ríkisfelagsskapinum.?Hetta kunnu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin uttan iva samstarva um.? ?Fleiri ítøkilig mál?Ítøkiliga síggi eg fyri mær eina røð av málum, ið flokkar okkara hava felags interessu í at loysa við sunnari fornuft og við skilabetri og bíligari rakstri fyri eyga. ?Her eru nøkur teirra:? ?· Samstarvið í Ríkisfelagsskapinum eigur at mennast, og ítøkiligar felags verkætlanir skulu geva góð úrslit fyri føroyingar??· Ætlaða stýrisskipanin má fáast í samsvar við Grundlógina, Heimastýrislógina og limaskap Føroya í Ríkisfelagsskapinum??· Inntøkurnar til landskassan mugu økjast við at strika fastfrystingina av Ríkisveitingini??· Samrøður mugu verða við stjórnina um at tillaga støddina á Ríkisveitingini??· Allar yvirtøkur mugu steðga í stundini, tí tær tyngja landskassan við øktum og óneyðugum útreiðslum??· Aðalráðini mugu skerjast úr 9 niður í 6. Herundir skal Uttanríkisráðið niðurleggjast og uttanlandsmál leggjast undir løgmann, har tey hoyra heima??· Landsstýrið má fylgja tilráðingum frá Búskaparráðnum um at leggja eina miðvísa ætlan við ítøkiligum málum fyri, hvussu almenna hallið skal fáast burtur??· Veruligur Europapolitikkur skal tryggja, at Føroyar kunnu gerast partur av Europasamveldinum, so fyritøkur fáa nýggjar møguleikar at vinna pening heim til Føroya??· Landið skal skipast í kraftdeplar. T.d. mugu kommunur leggjast saman og undirvísing savnast í kraftdeplar??· Eitt felags sjúkrahús til øll. Her má rationaliserast og trimmast, so vit øll fáa sum mest av fyribyrging og heilsuviðgerð fyri pengarnar??Skipa ein samríkisblokk??Góði Aksel, sum tú sært, eru nógvir møguleikar hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum at økja um vælferðina og steðga afturgondini, sum hevur verið í fullveldisrákinum. ?Í veruleikanum eru ótømdir møguleikar hjá Føroyum innan fyri Ríkisfelagsskapin. Tað, ið krevst, er, at vit í felag ganga røttu leiðina. Uttan at taka atlit til óseriøsan afturhaldsretorikk frá flokkum og politikarum, sum vilja ofra alt fyri fullveldi. ?Røddir hava verið frammið um at skipa politiskar flokkar í blokkar, eins og gjørt verður í øðrum londum. Tankin um at skipa ein Samríkisblokk millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, og at fara til val í hesum blokki, er ikki ringasta hugskotið. ?Á henda hátt vaska vit talvuna reina og byrja eitt nýtt tíðarskeið, har hóvligur samríkispolitikkur skapar framgongd og vælferð í Føroyum. ?Tillukku Aksel og góða eyðnu í formansstarvinum.?


Edmund Joensen
løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin ?