Hanna Joensen
?????????????????
Eg havi við áhuga lisið tína grein ?Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur?. Eg havi lisið nógv sum tú hevur skrivað, og vanliga haldi eg teg vera mikið skilagóðan.
Tú er firtin um at Búskaparráðið kemur við eini metan um, at skattafyrimunurin til sjófólk átti at verið tikin av. Álitið hjá Búskaparráðnum er ikki gjørt við kenslum. Tað byggir bert á køld tøl og fakta.
Eg hevði skilt tað, um tað vóru tey lægstløntu, sum hava ilt við at fáa lønina at strekkja, tú vildi givið skattalætta, tí tey eru meira stressað av pengasorgum enn av, at tey kunnu vera heima ?tá omman fer til gravar?.
Tú vevur okkara sjómenn inn í ein romantiskan retorik, sum hevði kunnað ? við teimum røttu orðunum ? brúkst til ein og hvønn samfelagsbólk. Tá tøl og fakta ikki kunnu nýtast, fer tú út í ein romantiskan orðavavstur, væl krydraður við sentimentalitet. Í staðin fyri at verja tíni sjónarmið við somu argumentum sum Búskaparráðið brúkar, vendur tú tær til kenslurnar hjá fólki í staðin fyri til skynsemið hjá fólki. ?Flest øll dáma vit rós, flest øll dáma vit at fáa ein fíggjarligan fyrimun?. Megnar tú ikki at verja tíni sjónarmið á einum rationellum grundarlagi?
Men tá okkara størsti og ríkasti stættur ? sambært Búskaparráðnum - fær skattalætta, er tað at seta kílar millum fólk. Hesin skattalættin verður goldin av t. d. teim lægri løntu, sum ikki fáa nakran lætta. Frammanundan fáa sjómenn longu minstuløn og telefonfrádrátt. Ella hvat við sjónarmiðinum at man fastheldur ein vinnubólk í einari vinnu, har tørvurin á arbeiðsmegi kanska broytist? Skal so hesin vinnubólkur ikki kunna skifta starv uttan at verða revsaður skattliga?
Okkara sjófólk skulu hava virðing, men ikki gerast til ?luksus-almannaklientar?. Skulu tey hava ein fíggjarligan lætta skal tað gerast við at teirra arbeiðsgevari gevur teimum hann, ikki landskassin.
Við atliti til ?tey 10 boðini? fari eg at minna teg á, at tað er eitt val at verða sjómaður. Eingin kann tvingast til at verða sjómaður. Hesin skattalætti liggur sum ein trojanskur hestur inni í skattaskipanini. Næst skulu teir hava kompensatión fyri ikki at síggja fótbólt ?live??
So skuldi landskassin givið viðbót ella skattalætta til tey sum arbeiða í heilsusektorinum fyri óneyðugt stress, skeivar arbeiðstíðir, tey á flakavirkjumn fyri kulda og kropsligt slit, SEV-monnunum fyri vandamikið arbeiði á hávetri. Er tað á henda hátt tit vilja hava skattin niður? Taka ein bólk fyri seg?
Slíkur politikkur skapar ikki samhaldsfesti í samfelagnum.