Góði Daniel J. Thomsen: legg ikki Hans Paula Strøm undir misgerðir hjá Rósu Samuelsen!

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
------


- fegnast heldur um at við Heilsutrygd rætta vit mistøkini uppaftur, og meir enn tað !


Háttvirdi Daniel J. Thomsen (”ikki dølskur akademikari” sambært egnum orðum) leggur harðliga eftir mær í avdeyðu sambandsurguni Dimmu, og spyr, um eg eri forherðaður!

Kanska - í onkrum førum óivað eitt sindur - hvør er heilt fríur?

Men Daniel J.Thomsen tekur so grúiliga feil, tá hann leggur meg undir at hava hækkað egingjaldið hjá honum og øðrum pensjonistum fyri heilivág.

Tí tað kann hann takka síni egnu partakvinnu fyri, landsstýriskvinnu Sambandsfloksins í almannamálum, Rósu Samuelsen. Hinvegin kann hann takka landsstýrismanni Javnaðarfloksins í Heilsumálum, Aksel Johannesen fyri, at vit nú rætta henda skaðan uppaftur – og meir enn tað.

Daniel J. Thomsen sigur, at síðan hann ”gjørdist fólkapensjonistur og havi fingið heilivág, havi eg alla tíðina havt eitt hámark fyri egið gjald uppá 200 kr. um ársfjórðingin.”

Og so pástendur Daniel J. Thomsen, at ”Áðrenn Hans Pauli Strøm fór frá sum landsstýrismaður, gjørdi hann tað bragd, at seta egingjaldið hjá pensjonistum til kr. 600 um ársfjórðingin”.

Nei takk, mín góði harra Daniel. Hetta kanst tú takka Sambandsfloksins landsstýriskvinnu, Rósu Samuelsen fyri. Skjalprógvið hevur tú her:

” Kunngerð um stuðul til heilivág v.m. eftir almannapensjónslógini”, nr. 92. frá 23. juni 2009”, har tað stendur soleiðis í §3 um egingjaldið fyri stuðul til heilivág:

”Egingjald
§ 3. Pensjónistur, sum í mesta lagi hevur eina inntøku, pensjón íroknað, ið svarar til fólkapensjón og útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum,rindar sjálvur tær fyrstu kr. 400,- um ársfjórðingin.
Við inntøku er at skilja inntøka sambært § 20 í løgtingslóg um almannapensjónir umframt pensjón og útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Stk. 2. Aðrir pensjónistar gjalda sjálvir tær fyrstu kr. 600,- um ársfjórðingin.”

Signerað Rósa Samuelsen, tann 23. juni 2009.

Við hesi broyting fór egingjaldið hjá flestu pensjonistum upp í 400 ella 600 kr um ársfjórðingin. Og hevur verið tað líka til nú.

Men tíbetur hevur tað eydnast okkum at rætta hetta uppaftur. Tí beint fyri jól samtykti løgtingið einmælt uppskotið um Heilsutrygd hjá landsstýrismanni Javnaðarfloksins í Heilsumálum, Aksel Johannesen.

Eitt høvuðsmál í nýggju lógini er ein nýggj tilskotsskipan fyri heilivág, sum kemur í gildi 1. apríl 2010. Tá verður hámarkið fyri egingjald hjá pensjonistum – Daniel J. Thomsen o.ø. – sett til 1195 kr. um árið, svarandi til knappliga 100 kr. um mánaðin. Og hjá øllum øðrum brúkarum av heilivági verður hámarkið fyri egingjaldið 1600 kr. um árið, svarandi til 133 kr. um mánaðin.

Haraftrat kunnu Daniel J. Thomsen og aðrir pensjonistar eftir nýggju lógini aftur fáa tilskot til kostískoyti o.o. heiliráð, sum landsstýriskvinnan hjá Sambandsflokkinum, Rósa Samuelsen, spardi burtur í fjør. Eins og hann og allir aðrir brúkarar nú fáa rætt til fleiri ókeypis heilsutænastur við nýggju Heilsutrygd, enn tað var frammanundan.

Persónliga fegnist eg stórliga um hetta, tí øll tann nýggja skipanin við Heilsutrygd var eitt mál, ið eg sjálvur sum landsstýrismaður setti í gongd og bar upp í hendurnar á mínum eftirfylgjara at seta í verk. Sum hann hevur gjørt so væl, við ABC-samgonguni í rygginum - enn eitt gott Javnaðarmál, sum Sambandið og Fólkaflokkurin tóku undir við at fremja – og sum eisini Daniel J. Thomsen kann frøast um.