Góði hýsuprísurin helt sær ikki

Fyrst í hesi vikuni fekk hýsa góðan prís á Fiskamarknaði Føroya, men nú vikan er liðin, og aðrar sølur hava verið, er prísurin á hýsu lækkaður aftur, tó at hann eisini við søluna í gjár var heldur hægri, enn hann hevur verið seinastu tíðina

Fiskivinna

Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 164 tons á uppboðssølu fyri stívliga 2,2 miljónir krónur.
Tilsamans 65,5 tons vóru av toski, harav størstu nøgdirnar vóru av toski 3, sum fór fyri miðalprísin 15,21 krónur fyri kilo. Toskur 4 stóð fyri næst størstu toskanøgdunum, og her var miðalprísurin 10,44 krónur fyri kilo.
Besta toskaprísin fekk toskur 1. Her fóru sløk 5 tons fyri miðalprísin 26,60, meðan 11,6 tons av toski 2 fóru fyri miðalprísin 25,99 krónur fyri kilo.
Tilsamans 42 tons vóru av hýsu, harav sløk 29 tons vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 10,50 krónur fyri kilo.
Besta hýsan fekk miðalprísin 11,69 krónur fyri kilo, men av hesi støddini vóru bara 2,8 tons.
Sølan í gjár vísir, at góði hýsuprísurin, sum vísti seg fyrr í hesi vikuni, ikki hevur hildið sær, tó at miðalprísurin við søluna í gjár var heldur hægri, enn hann annars hevur verið í seinastuni.
Prísirnir á brosmu lógu í gjár millum 4,47 upp í 9,30 krónur fyri kilo, og prísirnir á longu úr 4 upp í 14,60 fyri kilo.
Tilsamans 15 tons av brosmu og eini 16 tons av longu vórðu seld á Fiskamarknaði Føroya í gjár.
Eini fýra tons vóru av kongafiski, og her var besti miðalprísurin 9,37 krónur fyri kilo.
Seks tons vóru av havtasku, og besti miðalprísurin var 30,24 krónur fyri kilo. Fimm tons av svartkalva fóru fyri miðalprísin 24,46 krónur fyri kilo.
Fiskamarknaður Føroya seldi eisini hálvt annað tons av toska-og upsarognum, og her var prísurin ávikavist 8,55 og 6 krónur fyri kilo.