Góði Linjohn

Eg lesi við áhuga, tá ið tú skrivar. Skilamaður er tú, tað tekst ikki frá tær; men eg má siga at eri eri sera skuffaður av skriving tíni, við tað at tú er alt og negativur yvir tað nógva. Eg skilji tað so illa, tí eftir mínari metan, hevur tú verið ein maður, har tað nógva hevur eydnast tær væl, og eg meti teg at hava eitt gott lív saman við tínum.

Tú skrivar ein hóp um pensiónsdagarnar. Sjálvur havi eg verið pensiónistur í 10 ár, og eg má siga at tað kundi verið verri. Eg skal ikki klaga, tað er ongantíð so at ikki okkurt kundi verið betri. Sjúkrahúsverki havi eg tíverri roynt ein hóp hesi árini. Hvussu væl man verður passaður har, tað kann bara ikki beskrivast. So, í so máta eru vit ikki illa fyri.

Annars havi eg eitt uppskot, tað eru so nógvir sum sleppa undan vanligum skatti. Hvussu hevði tað verið at til slógu tykkum saman um eina pensiónsskipan, so tit fóru burturúr vanligu skipanini ? Tað vildi lætt um hjá vanliga borgaranum. Og síðan sessast saman við hinum kommunum í oynni og finn útav, hvat gott tú kann gera fyri oynna, tí tað má tað vera sum tíðirnar eru.

Góða eydnu