Teir fimm í bólkinum vóru væl klæddir tá teir trinu á pallin. Alt byrjaði við einari langari trummusolo, áðrenn karismatiski, fjákuti og kuli Martin í Grund kom á pallin at syngja um eitt súrepli.
Tekstirnir hava allir íblástur í bíbliuni, men tað kendist ikki sum at mann var til eina konsert inni í Kelduni hesa løtuna. Bólkurin breyt sera nógv frá hinum bólkunum, ið hava spælt í kvøld. Teir vóru villari, glaðari og svakari enn hinir.
Teir nýtti eisini eina rúgvu at hugskotum at fáa fólkið við. Við á pallin fingu teir einaferð eina rúgvu av flottum damum upp á pallin at blása sápubløðrur, seinni vístu teir myndir í sambandi við ein sang og eina løtu fingu teir øll fólkinum í salinum at floyta, dansa og trampa við í einum sangi um laksir.
Hesi hugskot høvdu tó onkuntíð ein prís. Til dømis tá teir vístu myndir, og áhoyrarin gjørdist eitt sindur ørkymlaður um hvat denturin skuldi leggjast á.
Stóra hæddarpunktið var, tá teir fingu Kristinu Bærentsen við sær á pallin, har tey saman sungu ein sang, ið helst kallast, I’m going down. Flotta røddin hjá Kristinu og skitna røddin hjá Martini rungaðu væl saman. Tó var ein trupulleiki, at alt ikki sá út til at vera so væl lagt til rættis í hesum sangi, og Kristina var eitt sindur uttanfyri.
Martin í Grund verður heilt skjótt ein kendur persónur í Føroyum, sum við fangandi løgum og tekstum, einari skitnari rødd, góðum rópi og nógvari sjarmu fer at leggja landi undir seg.
Synd og skomm at ikki fleiri vóru og upplivdu hendan bólk.