Gølubløðini mist takið

BT og Ekstrablaðið missa lesarar í hópatali, og seinastu 10 árini er samlaða upplagið hjá teimum báðum donsku fyrrpartsbløðunum farið niður í eina helvt

Eyðun Klakkstein


Tey ágangandi donsku fyrrapartsbløðini BT og Ekstrablaðið hava tað ikki gott í løtuni. Upplagið hjá teimum er farið niður í eina helvt síðani síðst í 80?unum, og niðurgongdin tykist ikki kunna vendast. Nú eru øll tey trý stóru morgunbløðini, Jyllands-Posturin, Politiken og Berlingske Tidende, størri enn tey bæði gølubløðini.

Tey, sum eru mest døpurskygd, halda, at upp á longri sikt er bara pláss fyri einum fyrrapartsblaði, antin BT ella Ekstrablaðnum.

Men fremsti danski fjølmiðlagranskarin, Jørgen Poulsen av Roskilde UniversitetCenter heldur, at tað vera í so djarvt at útskrivað ein deyðadóm júst nú.

? Tað sær ikki gott út hjá BT og Ekstrablaðnum í løtuni, men tey kunnu bæði yvirliva. Tey skulu bara læra at liva undir øðrvísi treytum og minni upplagi, sigur hann.

Seinastu tølini vísa, at BT í januar mánaði varð selt í 121.000 eintøkum gerandisdagar, meðan Ekstrablaðið seldi 148.000 eintøk. Hetta er ein niðurgongd upp á ávíkavist 12.300 og 11.500 eintøk síðani sama mánaða í fjør.

Sjálvt um tað hava verið skiftandi sølutøl hjá fyrrapartsbløðunum í teirra 100-ára søgu, hevur støðan ongantíð verið so vánalig, sum hon er júst nú.


Gjøgnumbrot í 60?unum

BT og Ekstrablaðið komu fyrstu árini út sum seinnapartsbløð. Politiken var fyrst við sínum Ekstrablaðið í 1904. Teir vildu geva fólkinum í Keypmannahavn leypandi upplýsingar um kríggið millum Japan og Russland. Ekstrablaðið seldi alsamt fleiri bløð, og í 1916 vildi Berlingske sleppa upp í, og fór at geva BT út.

Frá byrjan var BT eitt hampuligari blað enn Ekstrablaðið. Teir vóru ikki so ógvusligir og skrivaðu mest slatur um tey kendu og um undihald annars. Ekstrablaðið hevði hinvegin eina harða linju, har teir ikki smæddust fyri at kalla ein spaka fyri ein spaka. ?Tør hvor andre tier? var og er slagorðið á Ekstrablaðnum.

Tíðirnar avgjørdu, hvat blað var størri. Í góðu tíðunum í 20?unum, 50?unum og miðskeiðis í 80?unum var BT størri, meðan Ekstrablaðið var størri í 30?unum, 70?unum og síðani seinnu hálvu av 80?unum.

Avgerandi gjøgnumbrotið fingu BT og Ekstrablaðið, tá tey í 60?unum komu út um fyrrapartin og um alt landið. Og tað gekk væl, líka fram til 1988, tá gongdin vendist, og nú gongur skjótt afturá.


Sjónvarp ger fortreð

Tað var ikki løgið, at sølutølini fóru at ganga skeiva vegin eftir 1998, tí tað var júst hetta árið, at einkarrætturin hjá Danmarks Radio til at senda sjónvarp varð avtikin. Í1988 hugdi danir í miðal eftir sjónvarpi í ein tíma og 50 minuttir hvønn dag; nú er talið ein tíma hægri, og tað hevur eisini havt við sær, at fólk hava minni tíð til at lesa bløð.

Útbúgvingarstøðið hjá dønum er eisini hækkað, og fólk seta størri krøv til bløðini, tey velja. Tí er tað ein natúrlig avleiðing, at bløðini, sum fólk uttan útbúgving fyrst og fremst lesa, missa lesarar.

Tøl vísa eisini, at danir ikki vitja handlar og sølumiðstøðir so ofta nú, sum tey gjørdu fyrr, og tá BT og Ekstrablaðið liva av at selja í leysasølu, er tað ein stórur trupulleiki fyri bløðini. Morgunbløðini hava hinvegin nógvar haldarar, og tí hevur tað ikki somu ávirkan á tey, at danir ikki eru í handlum líka ofta nú sum fyrr.

Tá TV3 og TvDanmark komu afturat TV2, gekk enn skjótari niður á bakka hjá BT og Ekstrablaðnum. Á hesum rásum ber til síggja hópin av harðskapi, sex og kendum fólki, og tað er tað sama, sum BT og Ekstrablaðið skriva nógv um.

Og skuldu fólk havt fyri neyðini at lisið meira um tey kendu fólkini, er tað eitt ótal av vikubløðum á marknaðinum, sum bjóða eina grein fyri og aðra eftir um tey kongaligu, sjónleikarar og tónleikarar.

? Tað er eisini ein trupulleiki fyri Ekstrablaðið, sum í nógv ár næstan hevði einarætt at avdúka gølur um líkt og ólíkkt, at nú smæðast morgunbløðini og sjónvarpsrásirnar ikki longur fyri at verða meira ágangandi.

Fimm tey størstu dagbløðini í Danmark eru Jyllands-Posturin, Berlingske Tidende, Politiken, Ekstrablaðið og BT. Jyllands-Posturin er í løtuni greitt tað størsta blaðið. Tað selur hvønn dag fleiri enn 180.000 eintøk og sunnudagar selur tað fleiri enn eina fjórðingsmillión eintøk.

Berlingske Tidende er næst í røðini við 160.000 eintøkum gerandisdagar og stívliga 200.000 sunnudagar. Politiken selur 150.000 gerandisdagar og knapt 200.000 sunnudagar. Eftir hesini bløðini koma so BT og Ekstrablaðið, sum áður bæði hava roynt at verið fremst.


Bløðini skulu passa

til lesararnar

Ábyrgdarblaðstjórin á Ekstrablaðnum ivast ikki í, at hansara blað fer at yvirliva.

? Sjálvt um tað gongur illa við upplagnum hjá okkum, er Ekstrablaðið framvegis ein góð forrætning. Vit hava minni útreiðslur til pappír enn stóru morgunbløðini og vit hava góðar lýsingarinntøkur, sigur hann.

Ekstrablaðið ætlar sær ikki at sita hendur í favn og hyggja at, meðan sølutølini rapla niður. Blaðið ætlar at hava enn ógvusligari yvirskriftir á forsíðuni og ætlar annars at hækka um gjøgnumgangandi støðið í blaðnum.

Sambært Jørgen Poulsen, fjølmiðlagranskara, ber ikki til at tosa um góðskuna á bløðunum, tí tað er altavgerandi fyri tey, at tey passa til lesararnar. Bløðini skulu skriva um tað, sum fólk hava áhuga í, og skulu annars laga seg eftir teimum fólkunum, sum tey serliga venda sær til. Góðska er eitt hugtak, sum tað ikki rættiliga ber til at tosa um.

BT ætlar sær at venda skeivu gongdini við framyvir at leggja størri dent á ítróttar-, familju og brúkaragreinar.

? Vit eru væl nøgdir við blaðið hjá okkum, og tí ætla vit ikki at kollvelta tað. Vit fara hinvegis at styrkja nøkur øki, sigur Erik Bistrup, blaðstjóri á BT.

Ekstrablaðið hevur seinasta árið gjørt alsamt meira við ítrótt, og fer at halda fram við tí.


Selja bløðini øðrvísi

Bæði BT og Ekstrablaðið ætla sær at nýta nýggjar hættir at selja blaðið, nú danir ikki eru líka óførir at vitja handlar og sølumiðstøðir.

Um nakrar vikur fara fólk at kunna keypa BT og Ekstrablaðið í serligum automatum á støðum, har nógv fólk ferðast, t.d. á tokstøðum og steðgiplássum hjá bussum. Hugskotið stavar úr Sveits, har 6.000 slíkar automatir standa fyri leysasølu av 120.000 bløðum hvønn dag.

Og BT ætlar sær at gera eina roynd at fáa fleiri haldarar við at bera blaðið út tíðliga á morgni til serlig øki í høvuðsstaðnum og í Kolding.

Men sambært fjølmiðlagranskaranum er tað av stórum týdningi, at fyrrpartsbløðini gera meira vart við seg, bæði mótvegis hinum dagbløðunum og móti hvørjum øðrum.

Og fyrrapartsbløðini verða noydd at taka til nýggj ráð fyri at venda gongdini, sum kann hótta tey so mikið, at annað teirr verður noytt at steðgað.

Blaðstjórarnir á BT og Ekstrablaðnum vilja ikki meta um, um bæði bløðini fara at yvirliva næstu 10 árini, men teir eru báðir fullvísir í, at júst teirra blað fer at klára skerini.