G!-mini 18. og 19. juli

Samstundis sum Tróndardagarnir (12-19. juli) leika á í søguríku gøtubygdunum, skipa Jón Tyril og hansara fólk fyri G!-mini í Syðrugøtu.


G!-mini verður sama vikuskifti, sum G! Festival plagar at vera; tað er vikuskiftið beint undan Ólavsøku, 18. og 19. juli.

 

G!-mini er nokso nógv ?back to basics? á tann hátt, at tónleikur verður í Grundini og Spæliplássinum, men ikki á Sandinum. Tiltakið verður fríggjadag og leygardag, men ikki hósdag. Og atgongumerkjasølan verður avmarkað til millum 1500 og 2000 stk.

 

Endamálið hjá fyrireikarunum er at savnast við góðum tónleiki sum snúningsása og hava tað stuttligt og hugnaligt - gestir, tónleikarar og fyrireikarar saman. Fyrireikararnir vóna harumframt, at tað fer at ganga somikið væl, at tey samstundis kunnu savna krút, kreftir, íblástur og pening til at fáa reist G! Festival aftur á føtur.

 

Í Grundini verður eins og í fjør elektroniskur tónleikur, og Grundin verður framleidd í samstarvi við Undirbeat (ið allir upplýstir føroyingar vita mestsum er sprottið burturúr Grundini í fjør).

 

Á Spæliplássinum verða millum 15 og 20 bólkar at hoyra, allir føroyskir.

 

Atgongumerkini til G!-mini verða at fáa í næstum, og meira verður at frætta frá fyrireikarunum um skrá, sølustøð og alt møguligt annað í næstum.

 

Les meira um G!-mini á www.gfestival.fo