Atlantic Soundscapes byrjaði við móttøku á ovastu hæddini av stóra spælistaðnum Beursschouwburg.
Innbodnu gestirnir komu inn í eitt rúmligt høli við føroyskari sniðgeving hjá m.a Elisu Heinesen, Guðrun og Guðrun, Sirri, Barbaru í Gongini og myndum hjá Marmar. Á veggjunum sóu vit eitt spennandi úrval av málningum hjá Zachariasi Heinesen og Heðin Kambsdal. Vit fingu frískandi drykkir afturvið eyðkendu fiskasúpanini hjá Birgir Enni, sum alt varð notið bæði inni og úti á vøkru altanini, ið gav okkum útsýni til sjarmerandi arkitektur, barrir, handlar og býarlív í sentrum í Brussel. Sólin skein, fólk prátaðu, skaptu kontaktir og skiftust um handilskort.
Høgni Hoydal setti móttøkuna við feitum hugleiðingum um føroyska samfelagið og tess leiklut í globalu útviklingini. »Vit vísa ferð eftir ferð við okkara mongu evnaríku listafólkum, at støddin á landi okkara einki hevur at siga. Vit hava minst líka nógva góðsku at bjóða sum eitthvørt annað land. Eg eri sannførdur um, at vit hava heimsmet í framleiðsu av góðari list og listafólkum í mun til støddina á okkum«, orðaði maðurin seg á enskum við góða, føroyska málburðinum omaná.
Alt í alt ein hugnalig løta, sum knýtti mong bond og gav eina úttrykksfulla og positiva profilering av Føroyum sum modernað land.
Í skrivandi løtu gera Budam seg til reiðar at framføra sum fyrsti bólkur av teimum fýra, ið verða vístir fram her í Beursschouwburg í kvøld. Eftir Budam kemur Orca, síðani Gestir og endað verður við Boys in a Band.
Hvussu úrslitið verður, fært tú at vita inni her seinni, um tú hevur hug.