Hóskvøldið fer fer felagið Hjartabarnið at hava Kafé, har øll foreldur at sjúkum og onnur avvarðandi hjá sjúkum, kunnu hoyra sálarfrøðing greiða frá, hvussu tað er at fáa eitt sjúkt barn og hvat foreldur kunnu gera fyri at fáa tað betri Kafékvøldið verður í MBF húsinum klokkan 19 hóskvøldið.
Hjartabarnið er eitt áhugafelag fyri foreldur og avvarandi hjá hjartabørnum og tey hava fingið sálarfrøðingin Tóru R. Petersen at halda fyrilestur og svarar spurningum.
- Uttan mun til hvør sjúkan er, uppliva flest avvarðandi sálarligan kvøl bæði undir og eftir sjúkralegu hjá einum, sum stendur teimum nær, sigur hjartafelagið
À tiltakinum, sum er fyri øll, fer Tóra R. Petersen at tosa um hvussu tað, at fáa eitt sjúkt barn, kann lýsast út frá sálarfrøðini.
Hon fer at greiða fra, hvat hendir í høvdinum á fólki, sum fáa ein so álvarsligan kvøkk, og hon fer at greiða frá, hvussu hetta kann vísa seg í kenslum og tankum, og kropsligum reaktiónum.
At enda fer hon at siga eitt sindur um, hvat er týdningarmikið at leggja merki til og hvat mann kann gera fyri at fáa tað betur.