Góð ráð til orkusparandi umvælingar

Nógvir pengar kunnu sparast, og her eru sjey góð ráð

Nógvir pengar kunnu sparast og virðið á húsinum hækkast um tú velur at orkuumvæla tíni hús. Áðrenn fari verður í hált við at umvæla er gott at vera fyrireikaður. Her er nøkur góð ráð til tín sum vil umvæla.

Set teg inn í galdandi lóggávu

Royn so frætt sum gjørligt at seta teg inn í galdandi lóggávu áðrenn tú fer undir at umvæla. Tað er ábyrgdin hjá tí sum byggir at syrgja fyri at yvirhalda allar ásetingar. Nýggjasta Bygningskunngerðin frá 2017 og onnur viðkomandi skjøl hesum víðvíkjandi finnast á heimasíðuni hjá Landsverk. Byggisamtyktir hjá einstøku kommununum síggjast á heimasíðum teirra. Her sæst eisini hvør bygging krevur byggiloyvi og ikki.

Fá ráðgeving frá serfrøðingi

Ein byggiráðgevi kann hjálpa tær at gera eina heildarkanning av húsunum og staðfesta hvørjar ábøtur kunnu gerast og hvørjar loysa seg. Eisini kann ein ráðgevi hjálpa tær at gera eina verkætlan, so tú hevur betri yvirlit. Harumframt er Orkudeildin á Umhvørvisstovuni til reiðar at veita øllum borgarum serkøna vegleiðing í orkuspurningum.

Ger eina fíggjarætlan

Hugsa um hvussu umvælingin skal fíggjast og ger eina ætlan. Í longdini loysir tað seg ofta við orkuuumvælingum, tí hitarokningin gerst minni samstundis sum at haldføri og virðið á ognini hækkar. Hóast hetta kann tað vera ein dýr íløga at byrja við. Um tú ætlar at gera serliga orkusparandi ella umhvørvisvinarligar ábøtur, og ikki hevur reiðan pening til taks, so eru bankar ið veita orkulán til lága rentu. Eitt orkulán kann vera ein góð íløga, tí orkusparingin er við til at fíggja lánið. 

Kanna um tryggingin dekkar

Skaðar kunnu koma fyri tá umvælt verður. Fyri at vita um tín dekkar teir skaðar ið kun skalt tú boða tryggingarfelagnum frá áðrenn tú fert undir at umbyggja ella umvæla húsini. 

Bjálva væl

Eru húsini væl bjálvað sæst tað aftur á hitarokningini, tí minni orka skal brúkast at hita húsini. Tú kann minka um hitamissin við at bjálva gólv, loft og útveggir. Eisini sjónlig vatn- og hitarør kunnu lætt og ómakaleyst bjálvast. Í dag fáast sonevnd lágorkuvindeygu sum kunnu setast ístaðin fyri termorútar ella rútum við einum lagi. Serliga gomul, men eisini nýggjari hús kunnu hava tørv á endurbjálving. Um tú skal útskifta tak og útveggjaklæðing er tað treytað av at orkuparturin í byggikunngerðini verður yvirhildin.

Vel røttu orkuskipan

Hvør orkuskipan skal veljast er millum annað treyta av hvussu væl bjálvað húsini eru og hvussu stór tey eru. Oljufýrur kann skiftast út við jarðhita, luft-til-luft ella luft-til-vatn hitapumpu, men meiningarnar eru nógvar um hvør orkuskipan loysir seg best fíggjarliga og umhvørvisliga. Tí er eitt gott hugskot at søkja ráð hjá fakfólki. Hitapumpur eru frítiknar fyri meirvirðisgjaldi fram til 1. januar 2020.

Vel tilfar av hágóðsku

Tað loysir seg aloftast at velja byggitilfar av høgari góðsku. Føroyska veðurlagi er vátt, vindmikið og nógv salt er í luftini, og alt uttandura tilfar eigur at tola oyggjaveðurlagið. Tað er dýrari her og nú, men tað loysir seg í longdini at keypa haldført tilfar.